Dagar og nætur á løgreglustøðunum kring landið eru sum oftast friðarlig - og tíbetur, mugu vit siga.
Føroyar eru eitt lítið og vælskipað land. Umhvørvini eru lutfalsliga smá, og tað hevur sínar fyrimunir við sær.
Tað man tó vera sjáldan, at løgreglan er púrasta arbeiðsleys eitt leygarkvøld og eina sunnunátt sum undanfarnu.
Tá vit høvdu vaktleiðaran á løgreglustøðini í Havn í telefonini fyri løtu síðan, fingu vit at vita, at har var alt væl vorðið.
- Ein stak friðarlig nátt, stutt og greitt. Her hevur einki verið á vási, og vit kunnu bara gleðast um at búgva í einum tryggum landi.










