Ein dómstólur í Iran hevur gjørt av, at Marzieh Vafamehr skal hava 90 koyrlasløg fyri sín leiklut í avstralska filminum "My Teheran for Sale". Verji hennara hevur kært dómin.
Marzieh Vafamehr varð tikin í summar fyri at hava spælt í filminum, sum elvdi til ógvuliga hvassorðað mótmæli frá teimum konservativu kreftunum í Iran.
"My Tehran for Sale" er um eina unga iranska kvinnu, sum vil sleppa at arbeiða við sjónleiki, men sum ikki sleppur, tí myndugleikarnir í Teheran vilja ikki. Iranski høvundurin Granaz Moussavi hevur skrivað handritið til filmin, og sambært honum snýr hann seg ikki um eina einstaka kvinnu, men um alt tað unga ættarliðið í Iran. Filmurin er gjørdur í Iran og Avstralia, men iransku myndugleikarnir hava sett forboð fyri at vísa hann har.