Irdi verður borgarstjóri

Í Hvannasunds kommunu eru tey samd um, at fyrstvalda skal halda um stýrisvølin

Tað verður ein kvinna, sum avloysir eina kvinnu í borgarstjóra sessinum í Hvannasunds kommunu.

Inntil á nýggjárinum er tað Katrin Næs, sum er borgarstjóri. Hon hevur verið borgarstjóri seinastu seks árini. Mitt í síðsta valskeiði avloysti hon Veroniku Petersen sum borgarstjóri.

Katrin Næs stillaði ikki uppaftur á valinum í gjár. Nú er tað greitt, at tað á nýggjárinum verður Irdi Jacobsen, sum verður borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Hon er harvið triðja kvinnan á rað, sum verður borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.

 

Á valinum í gjár var Irdi Jacobsen fyrst vald. Tað vóru tveir listar. Listi B fekk fýra av fimm limum, og Irdi Jacobsen var fyrst vald við 67 atkvøðum.

 

-Eftir dygga álitisváttan frá borgarunum og áheitan frá nývalda bygdaráðnum havi eg í kvøld tikið avgerð umat taka av starvinum sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, sigur Irdi Jacobsen.

 

 

Í Hvannasunds kommunu eru bygdirnar Hvannasund, Múla, Norðdepli, Depli og Norðtoftir.