Eitt gott ár aftaná, at tey sameindu, við USA á odda, byrjaðu loftálop á Islamska Statin, hava aðrar tjóðir meldað seg inn í stríðið móti einum av mest eirindaleysa yvirgangsfelagsskapunum í nýggjari tíð.
Frakland sendi á fyrsta sinni hernaðarflogfør yvir Sýria í dag, har flogførini bumbaðu eina hernaðarliga legu hjá yvirgangsfelagsskapinum, meðan russar seinastu vikurnar hava økt um teirra hernaðarliga leiklut í økinum, við millum at senda hermenn og vápn til Sýria. Í gjár boðaðu Russland, Irak, Iran og Sýria eisini frá, at tey fýra londini eru farin undir eitt nýtt trygdar- og fregnarsamstarv, har tey deila upplýsingar um Islamska Statin millum sín.
Ótryggan støðan í Sýria er tó ikki einans vegna IS. Mett verður at umleið 200.000 fólk eru deyð í borgarakrígnum, ið hevur herjað landið seinastu fýra árini, og er tað millum ein av orsøkunum til økta flóttafólkastreymin. Sýriski forsetin Bashar al-Assad er fleiri ferðirnar lagdur undir at brúka kemisk vápn móti sínum egna fólki, og er tað millum í ótta fyri at óbeinleiðis at stuðla honum, at fleiri vesturlendsk lond, harímillum Bretland og Frakland, higartil einans hava stríðst móti IS í Irak.
Økta stríðið móti IS er í tøkum tíma, tí hóast tey sameindu hava stríðst móti yvirgangsfelagsskapinum í yvir eitt ár, so tykist tað ikki at steðga stríða streyminum at útlendskum viðhaldsfólkum, ið leggjast aftrat felagsskapinum.
Viðurkenda amerikanska blaðið The New York Times skrivaði í gjár, at hóast tey sameindu hava hert stríðið móti IS seinasti árið , so er talið av útlendingum, ið leggjast aftrat felagsskapinum, tvífalda.
Blaðið metir, at 30.000 útlendsk stríðsfólk úr hundrað ymiskum londum eru nú partur av IS. Fyri einum ári síðani var tilsvarandi tal 15.000 stríðsfólk úr fýrs ymiskum londum. Harav verður mett, at talið av amerikanarum í yvirgangsfelagsskapinum er økt frá 100 til 250 seinasta árið.
The New York Times vísir eisini á, at hóast Pentagon heldur uppá, at tað hevur eydnast at beint fyri 10.000 IS stríðsfólkum, so leggjast umleið 1.000 nýggj stríðsfólk afturat felagsskapin um mánaðin.