Ísfiskari fór niður ígjøgnum ísin

- Spor á staðnum, har maðurin hevði verið, vístu, at hann var farin niður ígjøgnum ísin, sigur løgreglan.

Í økjum, har nógvur kuldi er, er vanligt at fiska niður ígjøgnum ísin. Myndin er tilvildarlig.

 

 

Bjargingarfólk hava funnið ein lívleysan ísfiskara í Finnmørkini. Talan er um ein 60-ára gamlan mann, sum hevur verið saknaður, eftir at hann í gjár fór niður í gjøgnum ísin við Gednje í Berlevåg.

 

Tað var leygarkvøldið klokkan 20.45, at løgreglan í Finnmørkini fekk boð um, at ein maður, sum var farin út á ísin at fiska, ikki var komin afturíaftur. Í gjárkvøldið varð farið at leita eftir manninum.

 

- Spor á staðnum, har maðurin hevði verið, vístu, at hann var farin niður ígjøgnum ísin. Royndir at finna mannin aftur góvu í fyrstu syfti einki úrslit. 

 

Men, tá hildið varð fram at leita við kavarum, eydnaðist tað at finna mannin, og í morgun veit løgreglan í Finnmørkini at siga, at maðurin er funnin deyður.

 

Hóast maðurin enn ikki er eyðmerktur, er lítil ivi um, at tað er hin saknaði, sum er funnin, og løgreglan í Finnmørkini hevur boðað avvarðandi frá syrgiligu vanlukkuni.

 

 

 


 

 

Í økjum, har nógvur kuldi er, er vanligt at fiska niður ígjøgnum ísin. Myndin er tilvildarlig.