Ísrael-Føroyar á FM1 frá klokkan 18.45 í kvøld

HM-undankappingardysturin millum Ísrael og Føroyar byrjar klokkan 19.45 í kvøld

Í kvøld klokkan 19.45 endar føroyska landsliðið HM-undankappingina við dysti á útivølli móti Ísrael.

 

Tað gekk illa í hond móti Ísrael tá vit møttust á Tórsvølli 1. september. Ísrael vann tá 4-0.

 

Seinast vit spældu í Ísrael var í 2005, og tá gekk tað heilt væl. Vit taptu 1-2 tá Símun Samuelsen skoraði eitt minniligt mál frá baklinjuni.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar við upptakt aftaná tíðindasendingina, ið byrjar klokkan 18.30.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo