Ísrael: Ongan streym ella vatn til Gaza fyrr enn gíslar eru leysir

Tað verður eingin streymur, vatn ella brennievni í Gaza, fyrr enn Hamas hevur latið leysar allar gíslar, verður sagt.

 

Ísrael hevur sett í verk stongsul av Gaza sum svar upp á álopið hjá Hamas á Ísrael. - Foto: Ronen Zvulun/Reuters

Ísrael fer ikki at loyva, at Gaza fær streym ella vatn, fyrr enn íslraelsku gíslarnir, sum Hamas hevur sum fangar í Gaza, verða latnir leysir.

Tað sigur orkumálaráðharrin í Ísrael, Israel Katz á Z, sambært Times of Israel og tíðindastovuni AFP.

– Humanirter hjálp til Gaza? Eingin kntakt veður tendrað fyri streyminum, ongar vatnpumpur vera opnaðar og einki brennievni kemur inn í Gaza, fyrr enn ísraelsku gíslarnir eru komnir heim, segði hann í uppslagnum.

– Humanitarisma fyri humanitarismu. Og eingin kann prædika um morla til okkara, skrivar ráðharrin. 

Hernaðarliga Hamas rørslan hevur tikið fleiri gíslar, sum verða hildir fangar í Gaza.

Sambært Times og Israel verður mett, at gíslarnir eru eini 150 í tali, og tey stúra fyri, at fleiri eru dripnir.

Í gjár varð einasta orkuverkið í Gaza sløkt, tí einki brennievni var etir, upplýstur orkumyndugleikarnir í Gaza.

Tað hendir, eftir at Ísrael hevur sett í verk ein stongsul av Gaza sum svar upp á blóðuga álopið í Ísrael.

Tilsamans eru minst 1200 fólk deyð í Ísrael, og onnur 2700 særd í sambandi við álopið hjá Hamas.

Ísrael hevur svarað aftur við at bumba fleiri hundrað mál í Gaza. Økið er síðani leygardagin bumbað av ísraelska flogvápninum, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur boðað frá kríggi ímóti rørsluni.

/ritzau/

 

 

Ísrael hevur sett í verk stongsul av Gaza sum svar upp á álopið hjá Hamas á Ísrael. - Foto: Ronen Zvulun/Reuters