Rafah-liðið varð í dag latið upp fyri Gazabúgvum fyri fyrstu ferð í næstan eitt ár, upplýsir ísraelski stovnurin, sum samskipar virksemið hjá Ísrael í palestinsku økjunum, sambært tíðindastovuni AFP.
Talan er um eitt "byrjanarroyndarstig", sum byrjaði sunnudagin, skrivar Cogat.
Upplatingin er liður í eini vápnahvíldaravtalu millum Ísrael og hernaðarliga palestinska felagsskapin Hamas.
Rafah-liðið er ein vegur fyri sivilfólk og hjálparfólk millum Gazageiran og Egyptaland.
Men burtursæð frá stuttari og avmarkaðari opning tíðliga í 2025, hevur tað verið stongt síðani ísraelskar herdeildir tóku ræðið á tí í mai 2024.
/Ritzau/AFP










