Samveldisløgreglumenn mugu undir ongum umstøðum blanda seg uppí mótmælisgongur í býum undir leiðslu av demokratum.
Hetta skrivar Trump í einum uppslagi á sosiala miðli sínum, Truth Social.
Nýggju boðini fekk Kristi Noem, innanríkisráðfrú.
Immigratiónsmyndygleikin ICE og amerikanska marknaeftirlitið hoyra bæði undir DHS.
Løgreglufólk frá teimum báðum stovnunum drupu í januar tveir amerikanskar ríkisborgarar í Minneapolis, hvørs borgarstjóri er demokratur.
Drápini hava elvt til víðgongdar mótmælisgongur í fleiri býum.
- Eg havi givið innanríkisráðfræuuni Kristi Noem boð um, at vit undir ongum umstøðum fara at ganga í ymiskum illa riknum demokratiskum býum í sambandi við teirra mótmæli og/ella ófrið uttan so og til teir biðja um okkara hjálp, skrivar Trump á Truth Social.
Nýggja skipanin hjá forsetanum tykist at beina fyri samveldisumboðunum at sleppa undan konfrontatiónum við mótmælisfólk á gøtunum og undir álopum.
Men ICE og marknaeftirlitið fara ikki at halda seg aftur, tá tað snýr seg um at verja samveldisbygningar, sigur Trump.
- Eg havi givið ICE og/ella marknaeftirlitinum boð um at vera sera ágangandi við at verja ognir hjá samveldisstjórnini, skrivar Trump.
– Tað skal ikki spýtast í andlitið á løgreglufólki okkara, tað skal ikki sparkast til lyktirnar í bilum okkara og tað skal ikki steinast eftir stríðsmonnm okkara. Um tað hendir, so fær tað avleiðingar.
Túsundtals mótmælisfólk fóru fríggjadagin út á gøturnar í Minneapolis og øðrum amerikanskum býum at krevja, at ICE skal takast úr statinum Minnesota, eftir at tveir amerikanskir ríkisborgarar vórðu dripnir.
Trump-stjórnin hevði sent 3.000 samveldisløgreglufólk til Minneapolis-økið sum liður í einum átaki at berjast ímóti ólógligari innflyting, og nógv eru endað við konfrontatiónum við mótmælisfólk og aktivistar.
Tann 7. januar varð 37 ára gamla amerikanska kvinnan Renée Good skotin og dripin í Minneapolis av einum ICE-embætismanni.
Seinasta vikuskiftið doyði 37 ára gamli amerikanski ríkisborgarin Alex Pretti á gøtuni av skotum frá marknaeftirlitinum.
/Ritzau/










