Fýra fólk eru dripin í einum ísraelskum álopi í Gazageiranum, siga palestinsku heilsumyndugleikarnir í dag.
Á hinari síðuni sigur Ísrael, at álopið var vent móti einum Hamas-leiðara.
Sagt verður, at ein bilur í Gazabýi varð raktur í ísraelska álopinum í dag, og ísraelski herurin sigur, at ein Hamas-leiðari er dripin.
Sambært fleiri ísraelskum tíðindamiðlum var tað Raed Saed, sum var málið við ísraelska álopinum í dag.
Raed Saed verður lýstur sum ein av arkitektunum aftan fyri Hamas-álopið á Ísrael hin 7. oktober í 2023.
Keldur í familjuni hjá Saed vátta yvirfyri tíðindastovuni AFP, at maðurin er dripin.
##med2##
Hamas sigur, at ísraelska álopið er brot á vápnahvíldina, sum kom í lag millum Ísrael og Hamas í oktober.
Á hinari síðuni hevur Ísrael eisini lagt Hamas undir at hava brotið vápnahvíldaravtaluna, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.












