Tey, sum brúka Sandoyartunniin nógv, vóna sjálvsagt, at tunnilin nú verður verandi turrur. Tíðin hevur víst, at mala viftirnar, er tunnilin bæði turrur og nossligur, og einki tám er í tunlinum

Sandoyartunnilin er snústurrur

Tað hevur víst seg, at ónøgdin um, at Sandoyartunnilin bæði var alt ov támutur og vátur, hevur gjørt mun, tí nú í longri tíð hevur tunniin verið snúrturrur, og her er einki tám longur

Tey, sum brúka Sandoyartunniin nógv, vóna sjálvsagt, at tunnilin nú verður verandi turrur. Tíðin hevur víst, at mala viftirnar, er tunnilin bæði turrur og nossligur, og einki tám er í tunlinum

Tá Sandoyartunnilin læt upp, og fólk henda dagin høvdu høvi at ganga ella renna gjøgnum tunnilin, var tunnilin turrur, og tað var hann eisini leingi eftir hetta.

 

Men, sum tíðin leið, gjørdist tunnilin alt meira támutur og vátur, og nógv grenj var at hoyra um, at bilarnir, sum koyrdu gjøgnum tunnilin dagliga, gjørdust skitnir.

 

Yrkadagar koyra bussarnir hjá Bygdaleiðum 16 ferðir gjøgnum tunnilin um dagin - fyrsta túr úr Sandoynni og síðan sjey ferðir úr Havn og í Sandoynna.

 

Tá tunnilin var bæði vátur og ónossligur, gjørdust bæði stórbilar og persónbilar eisini skitnir og tey, sum vilja hava bilarnar reinar, noyddust at brúka nógva tíð til vasking.

 

Ymiskt var frammi um, hví tunnilin var vorðin so vátur, og eitt nú hevur verið uppi og vent, hvønn veg tunnilsmunnarnir venda í mun til gjøgnumtrekk.

 

Men, so vóru tað eisini tey, ið heittu á felagið, sum rekur tunnilin, um bara at tendra viftirnar undir tunnilsloftinum, tí hildið varð, at tær mala ov lítið.  

 

##med2##

 

Tað hevur víst seg, at ónøgdin um, at tunnilin bæði var alt ov támutur, hevur gjørt mun, tí nú í longri tíð hevur Sandoyartunniin verið snúrturrur.

 

Her er einki tám og eingin væta longur. 

 

Tey, sum brúka tunniin nógv, vóna sjálvsagt, at soleiðis verður eisini frameftir. Tíðin hevur víst, at mala viftirnar, er tunnilin bæði turrur og nossligur.

 

Viðheftu myndir eru tiknar í Sandoyartunlinum í morgun.

 

##med3##

 

Tey, sum brúka Sandoyartunniin nógv, vóna sjálvsagt, at tunnilin nú verður verandi turrur. Tíðin hevur víst, at mala viftirnar, er tunnilin bæði turrur og nossligur, og einki tám er í tunlinum