Jólamenninir eru veðurfastir

- Jólamenninir hava sent okkum eina heilsan um, at hóast veðrið er ringt, har teir eru, so hava teir tað gott

- Vegna veður er jólaskipið, sum skuldi koma inn á Runavík í morgin, leygardagin 13. desember klokkan 16.30, avlýst.

 

Soleiðis siga tey hjá Visit Runavík í dag.

 

- Jólamenninir hava sent okkum eina heilsan um, at hóast veðrið er ringt, har teir eru, so hava teir tað gott.

 

Lagt verður aftrat, at jólamenninir hava nógv at gera, men teir vóna, at teir skjótt sleppa at vitja við jólaskipinum í Runavík.

 

- Vit fylgja veðurvánunum komandi dagarnar og lata frætta, tá jólaskipið kann leggja at við bátahylin, siga tey hjá Visit Runavík