Vit undrast almikið um nakrar av okkara tjóðveldis- og javnaðarpolitikarar, sum breggja sær av at vera grønir.
Enn hava vit ikki hoyrt eitt einasta orð frá teimum viðvíkjandi tí sera stóra muninum á linjuføringunum hjá Tunnilsfelagnum og alternativa tunnilsbólkinum.
Politikarar eru sum límaðir fastir í uppskotinum um eina linjuføring, sum oyðileggur so nógv við Stóra vatn, Mølheyggjarnar, Sandsvatn, Gróthúsvatn og alt økið nærhendis.
Politiska støðan í dag minnir okkum ikki sørt um yrkingina hjá R.C. Effersøe: Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi.
Boðskapurin í yrkingini er ein ávaring móti blindum áliti og ein eggjan til sjálvræði og at stóla uppá sína egnu dømikraft.
Vit hava nakrar politikarar sum hava vunnið sítt sæti í løgtinginum uppá náttúruna.
Teir fóru til val uppá náttúruna. Nú hoyra vit einki frá teimum.
Í økinum við Stóravatn, Sandsvatn og Grótshusvatn finst størsta lívfrøðiliga margfeldið, sum vit hava í Føroyum, so vit vóna, at eingin í blindni hittir uppá at trýsta á tann grøna knappin, uttan at hugsa seg væl og virðilga um, tí so missa vit beinan vegin nógv.
Hvussu stór ávirkanin fer at verða framyvir, kunnu vit bara gita um; men eitt er vist, tað verður bara til tað verra.
Tað finnast 24 ymisk sløg av reyðlistaplantum – tað vil siga plantur, sum høvdu verið reyðlistaðar, um vit høvdu ein føroyskan reyðlista eins og onnur framkomin lond.
Nevnast kunnu eisini ymisk sløg av plantum so sum meistararót (Peucedanum ostruthium) og kjøtetandi vatnplantan trølsk bløðrurót (Utricularia stygia), 2 sløg av "svampadjórum" (Stropharia pseudocyanea og (Didymium spongiosum) umframt sopp, sum higartil einans eru funnin í hesum økinum.
Ein av sjáldsamastu heygsmonnunum í Europa, sandvongur (Hypocoena stigmatica), finst bara í hesum økinum, umframt í Íslandi, og tí eiga vit - og hava eisini ábyrgd av at verja hann best gjørligt.
Av fuglasløgum vildu reyðlistasløgini verið helsareyði og tangspógvi, sum yngla í økinum. Eiturkoppurin (Baryphyma trioens) er eisini har. Av plantum eru 2 sløg av bløðrurót, størur, sev, orkidéir, skotasmæra (Trifolium hybridum), umframt strandarseyðaleykur (Triglochin maritima), hjartatjarnaks (Potamogeton perfoliatus) og mjátt tjarnaks (Potamogeton filiformis) - alt sera sjáldsamar plantur í Føroyum, sum allar vildu staðið á einum reyðlista, høvdu vit havt ein dagførdan av slagnum.
Við at endavenda økið við dálkandi og larmandi maskinum í minsta lagi í 10 ár, sum síðani fer at verða dálkað við nógvari ferðslu, fer at verða ein stór hóttan - ella í ringasta føri, mønustingurin fyri bæði plantur og kykt í hesum umhvørvinum, sum vit bara hava eitt av í Føroyum.
Sjálvandi skulu suðuroyingar hava ein undirsjóvartunnil; men hann má ikki oyðileggja so nógv av tí so serliga økinum við bygdina Sandur.
Um okkara politikarar yvirhøvur leggja nakað í okkara náttúru, mugu teir sjálvandi velja linjuføringina hjá alternativa tunnilsbólkinum við Jón Sigurdsson á odda – ein loysn sum eisini best tekur atlit til náttúruna í Skúvoy.
Vit hava eina Náttúruverndarlóg, so skulu vit ikki fyri fyrstu ferð nakrantíð taka atlit til hana?
Náttúran fyrst, síðani framburður og útbyggingar.
Marita Gullklett og Jens-Kjeld Jensen











