Sveisiski sangarin Nemo, sum vann altjóða Eurovision kappingina í fjør við sanginum "The Code", letur nú virðislønina inn aftur til Evropeiska Kringvarpssamgonguna, EBU, sum skipar fyri Eurovision.
Nemo, sum veruliga eitur Nemo Mettler, heldur, at tað er ósamsvar millum luttøkuna hjá Ísrael í kappingini og hugsjónirnar hjá EBU um inklusjón, samleika og tign.
Hetta sigur Nemo í einum uppslagi og einum video, sum er deilt á sosiala miðlinum Instagram.
- Framhaldandi luttøkan hjá Ísrael í tí, sum óhefta altjóða kanningarnevndin hjá ST er komin til ta niðurstøðu, er fólkadráp, vísir eina greiða tvístøðu millum hesar hugsjónir og avgerðina, sum EBU hevur tikið, skrivar Nemo.
Aðalstjórin í EBU, Martin Green, sigur í eini fráboðan til bretska miðilin BBC, at tey eru hørm um avgerðina hjá Nemo, men at tey virða sjónarmiðini hjá tónleikaranum.
Ein óheft kanningarnevnd hjá ST kom í september til ta niðurstøðu, at Ísrael hevði framt fólkadráp í Gazageiranum við tí fyri eyga at týna palestinar í økinum.
Ísrael hevur avvíst hesum.
Ísrael fór undir álop á Gazageiran, eftir at hernaðarrørslan Hamas leyp á Ísrael 7. oktober 2023.
EBU-limirnir avgjørdu á almennum fundi fyrr í desember, at luttøka Ísraels í sangkappingini ikki fór at verða sett til atkvøðugreiðslu.
- Eurovision varð fødd í øskuni av seinna heimsbardaga. Eurovision varð gjørt fyri at savna okkum. Eurovision fer at møta forðingum á vegnum, og vit hava ein fløktan heim. Men vit vóna, at hetta er ein fyribils støða, og at vit koma víðari, sigur aðalstjórin í EBU, Martin Green, sambært tíðindastovuni Reuters.
Limirnir í Sambandinum hava tikið undir við eini røð av broytingum í reglunum, sum hava til endamáls at styrkja álit, gjøgnumskygni og neutralitet í sambandi við tiltakið, so allir limir kunnu luttaka.
- Allir EBU-limir, sum ynskja at luttaka í Eurovision Song Contest 2026 og taka undir við at halda nýggju reglurnar, eru við í luttøku, skrivar EBU síðani í tíðindaskrivi.
Millum annað fara yrkisdómsnevndir aftur í hálvfinalurnar, soleiðis at tað ikki longur einans eru áskoðararnir, sum velja finalistarnar til stóru finaluna í stórkappingini.
Dómsnevndarlimir skulu eisini skriva undir yvirlýsing um, at teir atkvøða óheftir.
Harumframt verður eftirlitið við illgrunosamum atkvøðumynstri víðkað.
Hetta eru nøkur av tiltøkunum.
##med2##
Ein røð av sjónvarpsstøðum krevja framvegis, at Ísrael verður útihýst. Niðurlond, Írland, Spania, Slovenia og seinast hava Ísland boðað frá, at tey fara at boykotta kappingina.
Reuters skrivaði fyrr í desember, at Týskland fór at umhugsa at luttaka, um Ísrael varð útihýst.
Bæði Spania og Týskland, saman við Fraklandi, Italia og Bretlandi, mynda "The Big Five", tí tey fimm londini gjalda mest til Eurovision og eru tí eisini tryggjað finalupláss, meðan øll onnur lond, eisini Danmark, skulu spæla seg víðari í hálvfinaluna.
DR, sum skipar fyri Dansk Melodi Grand Prix, har Eurovision umboðið hjá Danmark verður kosið, hevur áður upplýst, at tað hevur ongar ætlanir um at boykotta altjóða sangkappingina.
##med3##
Danska public service støðin hevur tó lagt dent á, at luttøkan hjá fjølmiðlunum er treytað av einum hópi av treytum, eitt nú sterkum altjóða felagsskapi, trygd og ópolitiskum karmum fyri kappingini.
Almenna sjónvarpsstøðin í Ísrael, KAN, hevur váttað, at hon fer at luttaka í Eurovision næsta ár, sum verður í Eysturríki.
Eysturríkski sangarinnan JJ vann ársins Eurovision, men var tað upp til hyggjararnar einsamallar, so hevði Ísrael vunnið grand prix. Stigini hjá professionellu dómsnevndunum høvdu við sær, at alpulandið vann.
/Ritzau/














