Tjóvar brutu í gjár inn í Á handilin við Norðskála, har teir sluppu avstað við fleiri túsund krónum, sum teir tóku úr einum pengaskápi.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tjóvarnir brutu sær atgongd til bygningin við at bróta ein rút.
– Vit arbeiða upp á hátrýst við hesum málium. Eg kann siga so mikið, at tjóvarnir, sum eru fleiri enn ein, tí tað vísa vakmyndatólini, eru slopnir avstað við heilt fitt av peningi – nógvar túsund krónur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Pengarnir lógu í einum læstum pengaskápi. Men tjóvarnir hava so funnið lykilin til pengaskápið og hava soleiðis fingið fatur á pengunum.
Spurdur um illgruni er um, at tað eru fólk, sum kenna til viðurskiftini í handlinum, sum eru undir mistanka, sigur vaktleiðarin seg ikki kunnu svara uppá. Men greitt er, at tjóvarnir hava funnið lykilin og hava tí lætliga fingið fatur á peninginum.
Løgreglan hevur myndir av tjóvunum frá vakmyndatólunum. Men tað hava tjóvarnir fyrireikað seg uppá við at klæða seg í soleiðis, at teir ikki skuldu kennast aftur.
Men vakmyndatól eru eisini í grannalagnum, sum eisini verða kannað.
Í gjár var eisini fráboðan um innbrot í Mikkeller í Gongini í Havn, har tjóvarnir hava stolið spiriturs. Har høvdu tjóvarnir eisini brotið ein rút fyri at sleppa inn.













