Jens Sivar nýggjur hallarleiðari

Seks umsóknir vóru til hallarleiðarastarvið í Vágs kommunu

Hin 1. januar byrjar Jens Sivar Djurhuus sum hallarleiðari hjá Vágs kommunu.

 

Jens Sivar er 53 ára gamal og búsitandi í Vági.

 

- Seinastu árini hevur hann verið sjálvstøðugur vinnurekandi og portørur.

 

- Jens Sivar Djurhuus tekur yvir eftir Davið Hafsteinsson, sum hevur verið fyribils settur.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at seks umsóknir vóru til hallarleiðarastarvið.