Jeanette er 55 ára gomul og útbúgvin cand.scient.adm. Hon hevur seinastu árini verið deildarstjóri í Almannamálaráðnum.
Áðrenn Jeanette varð deildarstjóri starvaðist hon sum fulltrúi í Almannamálaráðnum í nógv ár. Hon hevur eisini starvast sum fulltrúi í Løgmansskrivstovuni og táverandi Undirvísingar- og mentamálastýrinum. Aftrat hevur hon verið ráðgevi í Risk Management og deildarleiðari í táverandi Eik banka.
Jeanette Ellefsen Blaasvær tekur við starvinum 1. februar 2026.
Miðfyrisitingin er samansett av fýra fyrisitingarligum deildum – fíggjardeild, kt-deild, starvsfólkadeild og Snarskivan. Haraftrat er dátutrygd, trygging og almenn útboð.
Í politiska bygnaðinum hevur miðfyrisitingin tilvísing til fíggjarnevndina. Harumframt hevur miðfyrisitingarstjórin vinnunevndina um hendi.
Átjan umsóknir vóru til starvið.












