Umval í Runavíkar Kommunu – tín rødd telur!

12. november 2024 fekk eg tann stóra heiður at verða valdur í býráðið í Runavíkar Kommunu. Tað var eg sera takksamur fyri, og ein dagur, eg ongantíð gloymi – tí tað gav mær møguleikan arbeiða fyri tykkum øll. Síðani havi eg havt hendan leiklutin í kommunala arbeiðinum:

 

•  Formaður í Havnanevndini

 

•  Formaður í Kongshavnar Havnastýri

 

•  Nevndarlimur í Vinnunevndini

 

•  Nevndarlimur í Mentanarnevndini

 

•  Nevndarlimur í Byggi- og Býarskipanarnevndini.

 

Runavíkar Kommuna er eitt av mest spennandi økjunum í landinum. Her hendir nógv, og tað hevur verið ein stór gleði at sleppa at arbeiða fyri at menna kommununa – til frama fyri borgarar, vinnu, mentan og ítrótti.

 

Nú stendur kommunan fyri einum umvali 13. januar 2026. Orsøkin er, at alt ikki gekk rætt fyri seg í einum valstaði, og tí skal tað rættast upp á. Tað er gott – tí rætt skal vera rætt, og fólkið skal hava álit á valinum!

 

Hetta umvalið er ein nýggj byrjan. Vit fáa høvi at leggja neiliga umdømið afturum okkum og í staðin byggja upp eitt positivt arbeiðslag, har borgarar og býráð ganga hond í hond.

 

Eg stilli upp aftur – ikki fyri meg sjálvan, men fyri tykkum. Tí hvør einasta atkvøða telur, og hvør stuðul gevur styrki at halda áfram við arbeiðinum fyri eina sterka, livandi og álítandi Runavíkar Kommunu.

 

Møti fjølment – tín rødd ger mun!

 

Gott val tann 13. januar 2026.

 

Takksamur býráðslimur í Runavíkar Kommunu.

 

Gleðilig jól og eitt vælsigna nýggjár til tykkum øll – við vón um eitt gott og álítandi val í januar!

 

 

 

Bogi Hansen