Tað sigur ísraelski ST-sendiharrin, Danny Danon, í einum sjónbandi á sosiala miðlinum X.
– Vit eru liðug við hendan aðalskrivaran, sigur Danon.
Útmeldingin kemur, eftir at Ísrael fyrr í dag varð sett á eina svarta lista hjá ST fyri skuldsetingar um nýtslu av kynsligum harðskapi í krígsøki.
Danny Danon sigur við Jerusalem Post, at tað er ein “moralsk skomm”, at Ísrael nú er á sama svartalista sum Hamas.
ST hevur enn ikki svarað alment upp á útmeldingina frá Ísrael.










