Ísrael váttar at 19 gíslar í Gaza eru deyðir

Av teimum 135 gíslunum, sum eru eftir í Gaza, eru 19 deyðir, upplýsir Ísrael. Teirra millum er ein persónur úr Tanzania.

Menahem Kahana/AFP/Ritzau Scanpix

Ísrael upplýsir, at 19 av 135 gíslum, sum eru eftir í Gaza, eru deyðir.

Tað skrivar Reuters í kvøld.

Boðini koma, eftir at Ísrael fyrr í dag kundi greiða frá, at deildirnar í Gaza høvdu funnið líkini av tveimum gíslum.

Millum teir 19 gíslarnar er ein persónur úr Tanzania. Tað eru enn ikki upplýsingar um tjóðskapin hjá hinum deyðu gíslunum.

Gíslarnir vórðu tiknir til fanga av hernaðarligu Hamas rørsluni undir álopinum á Ísrael 7. oktober.

Tá vórðu 240 persónar tiknir til fanga. Millum teirra vóru bæði ísraelar og aðrir tjóðskapir.

Síðani er ein stórur partur av gíslunum latnir leysir í sambandi við fangaumbýti við Ísrael.

/ritzau/

 

 

Menahem Kahana/AFP/Ritzau Scanpix