Ísraelar halda skil á

Dómarin hevur dømt í FIFA høpi síðani á nýggjárinum 2010

Tað verður 36 ára gamli ísraelski Liran Liany, sum verður 23. maðurin á vøllinum, tá ið Føroyar og Eysturríki fara at spæla síðsta HM undankappingardystin á hesi kappingini.

Talan er um royndan dómara, tí Liran Liany hevur verið FIFA dómari síðani á nýggjárinum í 2010. Í ár hevur hann dømt fýra altjóða dystir – ein landsdyst og tríggjar europeiskar uppgerðir. Landsdysturin var, tá ið Noreg 13. juni á heimavølli vann 2-0 ímóti Makedonia. Fyrsti europeiski dysturin var 1. august millum Liberec og Zürich, 29. august millum Braga og Pandurii, og tann síðsti var 3. oktober millum Chornomorets og PSV Eindhoven.

Linjudómarar verða Shabtai Nahmias og Oren Borneshtain, og fjórði dómari verður Eli Hacmon.