Ísraelski herurin drap tríggjar gíslar av misgáum í Gaza

Av misgáum hevur ísraelski herurin dripið tríggjar gíslar í Gaza. Herurin tekur ábyrgdina fyri hendingina, sigur talsmaður

Ísraelskir hermenn hava av misgáum dripið tríggjar gíslar í Gaza.

 

Ísraelskar deildir hava av misgáum dripið tríggjar gíslar í Gaza. (Arkivfoto). - Foto: Jack Guez/Ritzau Scanpix

Tað segði ísraelski hernaðartalsmaðurin Daniel Hagari í gjárkvøldið sambært miðlinum The Times of Israel.

Gíslarnir vórðu dripnir í bardøgum í økinum Shejaiya í Gaza Býi, sigur talsmaðurin.

Teir tríggir gíslarnir vóru av ósketni hildnir at vera ein »hótta«, og so skutu og drupu ísraelskir hermenn teir, greiðir Hagari frá. 

– Hetta er ein syndarlig hending. IDF (ísraelski herurin, red.) hevur ábyrgdina, sigur hann sambært miðlinum.

– Tað er eitt økið, har hermenn møta nógvum yvirgangsfólki, teirra millum sjálvmorðsbumbufólki, leggur hann afturat.

Hagari sigur, at tvey av teimum deyðu Yota Haim úr kibutzini Kfar Aza og Samer Talalka úr býnum Hura. Familja hjá tí triðja hevur biðið um, at navnið ikki verður almannakunngjørt.

Í einum boðum frá herinum verður sagt, at ein kanning av hendingini er sett í verk.

– ALt fyri eitt hava vit lært nakað av hesi hending, og tann vitanin er farin víðari til allar IDF hermenn á vígvøllinum, verður sagt sambært tíðindastovuni AFP.

Í boðunum stendur víðari, at IDF vísir »djúpa samkenslu við syndarligu hendingini«.

Hernaðarliga palestinska rørslan Hamas leyp 7. oktober á Ísrael og drap umleið 1200 fólk sambært ísraelskum myndugleikum.

Samstundis tók rørslan 240 gíslar.

Undir fyribils vápnahvíld, sum vardi eina viku, lat Hamas í november fleiri enn 100 gíslar leysar, kvinnur, børn og útlendingar.

Tað hendi, aftur fyri at Ísrael lat leysar fleiri enn 240 kvinnur og tannáringar, sum sótu í fongsli í Ísrael – nógv av teimum uttan at hava verið skuldsett, skrivar tíðindastovan Reuters.

Yvir 130 gíslar vera hildnir at vera í Gaza, skrivaði Reuters í gjár áðrenn boðini um teir tríggjar deyðu gíslarnar. Nakrir av teimum 130 eru staðfestir deyðir in absentia av ísraelskum myndugleikum.

Umfatandi álopini og bumbingin hjá Ísrael byrjaði sum svar upp á álopini. Sløk 19.000 fólk eru deyð í Gaza sambært palestinsku heilsumyndugleikunum.

/ritzau/

 

 

 

Ísraelskar deildir hava av misgáum dripið tríggjar gíslar í Gaza. (Arkivfoto). - Foto: Jack Guez/Ritzau Scanpix