Ísraelsmenn verri enn Hitler

-Ísraelsmenn banna Hitler dag og nátt, men teir eru verri enn Hitler, sigur turkiski forsætisráðharrin um ísraelska álopið á Gaza.

Recep Tayyip Erdogan er sera hvassorðaður í sínum astfinningum at ísraelska álopinum á Gaza-geiran. Erdogan, sum metir seg sjálvan vera tann fremsta muslimska talsmannin fyri rættindunum hjá palestinum, leggur nú Ísrael undir at brúka eina ómenniskjansliga framferð, ið er verri enn tann hjá Hitleri.

-Síðani 1948 hevur Ísrael staðið fyri skipaðum ræðuleikum og ríkisyvirgangi ímóti tí palestinska fólkinum, sigur turkiski forsætisráðharrin.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Erdogan samanber ísraelsmenn við Hitler. Tað gjørdi hann eisini, tá ísraelska tingkvinnan Ayelet Shaked skrivaði á Facebook, at Ísrael átti eisini at gera av við tær palestinsku mammurnar, og hon umrøddi børn teirra sum slangur.

-Ein ísraelsk kvinna sigur, at tær palestinsku mammurnar skulu fyribeinast. Og hendan kvinnan situr í ísraelska tjóðartinginum. Hvør munur er á hesum hugsanarháttinum og tí hjá Hitler? Hevði ein palestini sagt hetta, hevði allur heimurin fordømt tað, skrivaði Erdogan ta ferðina.

Sambært palestinskum keldum hava 357 palestinar latið lív, síðani Ísrael byrjaði at svara rakettálopinum hjá Hamas. Sjey ísraelsmenn hava latið lív.