Italski forsætisráðharrin, Giorgio Napolitano, kunngjørdi í kvøld, at fyrrverandi ES-kommiserurin Mario Monti hevur fingið til uppgávu at skipa eina stjórn, nú Silvio Berlusconi hevur lagt frá sær.
Stutt eftir, at hann hevði fingið uppgávuna at skipa stjórnina, royndi Monti at vissa iatliumenn um, at við samarbeiði kunnu teir vinna á teirri kreppuni, sum landið er í.
Tann 68 ára gamli Monti, sum er professari í búskapi, skal standa á odda fyri einari stjórn, sum verður mannað við embætisfólki. Upprunaliga var ætlanin at manna eina savningarstjórn við umboðum fyri verandi meirilutan og andstøðuna, men partarnir standa so langt frá hvør øðrum, at tað ber ikki til.