Fríggjakvøldið klokkan 19 og sunnudagin klokkan 17 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti venjingardystir móti Italia í høllini við Tjarnir.
Italia spældi ígjár venjingardyst á heimavølli móti Rumenia. Tað eydnaðist italiumonnum at vinna ein tepran 35-34 sigur á Rumenia. Í steðginum var Italia á odda 20-17.
Toppskjútti hjá Italia var Simone Mengon við sjey málum. Christian Manojlovic, Mikael Helmersson og Tommaso Romei skutu fimm mál hvør.
Toppskjútti hjá Rumenia var Daniel Stanciuc við níggju málum. Cristian Ghiţă og Călin Dedu skutu seks mál hvør.











