Landsdysturin á Tórsvølli millum Føroyar og heimsmeistararnar úr Italia er liðugur. Heimsmeistararnir vunnu 2-1. Føroyska málið skoraði Rógvi Jacobsen við høvdinum í 77. minutti.
Italiumenn vóru illa kroystir síðstu løtuna. Í næstsíðsta minutti varð innskifti Christian Lamhauge Holst spældur leysur í brotsteiginum í høgru. Hann høgdi til, og kanska heimsins besti málverji, Buffon, hálvbjargaði, og so varð bólturin sparkaður burtur, áðrenn føroyskur spælari fekk møguleikan at seta bóltin í netið.
Tá tóku italsku heimsmeistararnir seg um høvdið, men teir riðu stormin av og fara úr aftur Føroyum við trimum stigum.
Føroyska avrikið var í kvøld leikliga betri, enn tað kanska nakrantíð hevur verið.