Italskur fótbóltur avlýstur

Italskur fótbóltur var í fríggjadagin raktur av einum sorgarleiki, tá ein løgreglumaður varð dripin í samanbrestum millum áskoðarar hjá Seriu A liðunum Catania og Palermo. Italska fótbóltssambandi tók avleiðingina og avlýsti allan fótbólt í teimum báðu bestu deildunum um vikuskiftið. Tikið verður seinni støða til, hvussu leingi bannið fyri at spæla fótbólt verður galdandi. Avlýsingin merkir, at toppdysturin millum Roma og Inter eisini verður útskotin.