iTunes av órøttum tikið útvið 6000 krónur

ongin veit, hvat peningurin er farin til

Fríggjadagin legði Maria Mørkøre í Klaksvík merki til, at iTunes hevur drigið 569 krónur av konto hjá henni hvørja viku í á leið 10 vikur. Hetta er tilsamans næstan 6000 krónur, sum eru farnar av konto hjá Mariu, og hon veit ikki, hvat peningurin er farin til.

 

 

–  Eingin av okkum her í húskinum hava gjørt nakra avtalu við iTunes, vit hava ikki opnað nakran mail ella spamm. Hvat í allari verðini man hetta vera? Spyr hon ørkymlað á Facebook. 

 

 

Í gjár tosaði hon við ráðgeva sín í Norðoya Sparikassa, sum kom fram til, at tað var iTunes, sum hevði tikið peningin av konto hennara. Kortið hjá Mariu Mørkøre varð sperrað við tað sama. 

 

 

– Ráðgevin væntar, at eg fái peningin aftur, men har er ongin fakturi at finna, tí eg havi onki keypt, og tí ber ikki til at føra keypið aftur til nakran seljara. 

 

 

Hon var biðin um at seta seg í samband við iTunes í Danmark og biðja um hjálp til at finna fakturan. Tá hon ringdi til iTunes fekk hon at vita, at peningurin var trektur av í Írlandi, so nú má hon seta seg í samband við iTunes í Írlandi. 

 

 

Maria greiðir frá, at hon er vís í, at hon ikki hevur keypt nakað frá iTunes, heldur ikki hevur nakar annar í familjuni keypt nakað frá iTunes. 

 

 

– Eg eri eitt sindur gamaldags, havi ikki touch screen og brúki eina stationera teldu, so eg eri vís í, at eg ikki havi keypt nakað, staðfestir hon.

 

 

Nú er kortið hjá Mariu Mørkøre sperrað, og hon fær eitt nýtt kort, og tí fer ikki meir av óvæntaðum peningi til iTunes, men Maria ætlar at seta seg í samband aftur við bankan og við iTunes í Írlandi fyri at vita, um hon fær peningin endurgoldnan. 

 

 

Hon mælir tó til at vit øll gera okkum tað til vana at hyggja at konto avritinum og kanna um alt er, sum tað eigur at vera, tí smáar upphæddir kunnu skjótt verða til stóra upphædd koma vit út fyri slíkum. 

 

 

Info fylgir málinum.