Ivaleyst hjá HB

HB-Skála 6-2 (2-1):
HB vann tryggan sigur, tá Skála vitjaði leygardagin. Við hesum staðfesti HB oddasessin í bólkinum, meðan Skála hinvegin gjørdist taparin í spælinum um at gerast millum bestu trý?ararnar í bólkaspælinum

Løgmanssteypið

HB hevði ein at kalla týdningarleysan dyst, tá teir í seinasta umfarinum í bólkaspælinum tóku ímóti Skála á heimavølli. Havnarmenninir høvdu longu tryggjað sær oddasessin í bólkinum, og kundi tí fara óttaleysir inn á vøllin.
Hetta fekk tó ikki venjaran hjá HB at spara nakrar av føstu monnunum, soleiðis sum fleiri høvdu roknað við undan dystinum. Heldur nýtti hann høvið til at gera eina seinastu fínpussing av liðnum, áðrenn dystirnir av álvara fara at telja.
Setningurin hjá Skála var hinvegin sera einfaldur. Ikki minst, tí tað undan dystinum var greitt, at EB/Streymur hevði fingið stig í Gøtu. Í øllum førum skuldi Skála hava eitt stig fyri dystin, um teir skuldu fylgja HB í fjórðingsfinalurnar.

Stór yvirvág
Tá dysturin varð blástur ígongd, var tó ikki tanmn stóri ivin um, hvat av liðunum var tað betra hendan dagin. HB hevði at kalla alt trýstið, og tó at Jonhard Frederiksberg gav teimum ein skelk, tá hann um miðjan hálvleikin legði Skála og odda, so koppaði hetta ikki heildarmyndini.
Leiðslan hjá gestunum helt sær eisini bara í knappar fimm minuttir. Jón Rói Jacobsen javnaði fyri HB, tá hann stútaði bóltin í kassan, og beint undan steðginum var Uni Arge á rætta staðnum, og beindi bóltin i netið til 2-1.
Í seinna hálvleiki gekk ikki long tíð, áðrenn Andrew av Fløtum hevði økt um munin, og so gekk tað fyri tað mesta bara annan vegin. Rúni Nolsøe økti um munin, áðrenn Dánjal Hansen minkaði við einum væl tiknum frísparki, og tá Skála so eisini fekk tveir mans riknar av vøllinum, gjørdist yvirvágin hjá HB fullkomin seinastu løtuna.

Sær gott út
Fyri Skála bar tapið við sær, at teir gjørdist taparin í spælinum um atgongumerkið hjá teimum báðum trý?arunum í bólkaspælinum. Javnleikurin, sum EB/Streymur í Gøtu, gjørdi undan dystinum greitt, at trý?arin í bólki 2 fór at hava seks stig, og tí kendu skálamenn sum sagt treytirnar, áðrenn dysturin byrjaði.
Hóast tað sosleiðis gjørdist til eitt skjótt farvæl í steypakappingini, so hevur Skála higartil víst, at teir kanska fara at roynast so hampuliga væl í deildini kortini.
Í fleiri av dystunum hevur spælið verið á eini heilt góðari leið, og sum onkur tekur til, so eiga teir í øllum førum seks trygg stig móti KÍ, so tað kann væl vísa seg, at teir fáa hepni við at greiða setningin fyri kappingarárið.
Hjá HB er setningurin nakað hægri enn tann, hjá Skála, og tó at tú altíð skalt verða varin við at gita, longu áðrenn fyrstu landskappingardystirnir eru leiktir, so er ymiskt, sum bendir á, at HB í ár aftur kann átaka sær vanliga leiklutin í oddinum. Fyrst og fremst hevur felagið nú fingið mongu leikararnir, sum vórðu skaddir í fjør, aftur. Hartil kemur, at liðið í ár tykist kanska betri skipað,. Ikki minst tí leikararnir ikki er so nær tengdir at einstakari spælskipan, og tí betri eru førir fyri at lagað spælið eftir mótstøðuliðnum.
Og ikki minst, so hevur liðið í ár helst vandamesta álopið í landinum. Við teimum trimum, Una, Andrew og Jón Rói á toppinum, fáa mótstøðuverjurnar meira enn nóg mikið at gera, og neyvan er tað heilt av leið at rokna við, at samanlagt verður her talan um álopið, við flestu málunum hetta kappingarárið.

HB-Skála 6-2 (2-1)
0-1: Jonhard Frederiksberg
1-1: Jón Rói Jacobsen
2-1: Uni Arge
3-1: Andrew av Fløtum
4-1: Rúni Nolsøe
4-2: Dánjal Hansen
5-2: Uni Arge
6-2: Rógvi Jacobsen (br.)