Í nakrar vikur hevur verið tosað aftur og fram um, hvussu farast skal fram, um tvey ella fleiri lið standa jøvn í stigum, tá landskappingin í fótbólti er komin at enda.
Orsøkin til hetta prátið hevur sjálvandi verið javna oddastríðið, har HB, VB og B68 skiftivís hava ligið á odda, og heilt spennandi gjørdist tað eftir 16. umfar, tá HB og VB brádliga vóru jøvn í stigum.
A aðalfundinum hjá FSF vórðu í vár samtyktar nýggjar reglur fyri, hvussu farast skal fram í slíkum førum, men hesar reglur tykjast tó ikki so greiðar, sum ynskiligt hevði verið.
Staðfest varð tá, at innanhýsis uppgerðir telja fyrst, tá talan er um javnleik í stigatalum, men í førinum VB-HB, varð hr talan um tveir javnleikir. 2-2 í Havn og 0-0 í Vági. Vágbingar vilja sjálvandi vera við, at tað telur til teirra fyrimun, at teir hava skotið fleiri mál á útivølli, meðan tey í HB meta, at hetta ikki hevur nakað at siga í hesum føri.
Reglurnar eru ikki útgreinandi
Tað er grein 33, petti 2 í kappingarreglunum, sum ger av, hvat lið er á odda, um talan er um javnstøðu. Í greinini stendur:
»Standa tvey ella fleiri lið á jøvnum í stigum, eru innanhýsis dystir avgerandi fyri raðfylgjuna. Stendur framvegis á jøvnum, er málmunurin avgerandi fyri raðfylgjuna. Er málmunurin hin sami, er tað liðið fremst, ið hevur flest vunnin mál. Stendur framvegis á jøvnum, verður nýggjur dystur ásettur at leika á uttanveltaðum vølli. Stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður umdystur leiktur samsvarandi grein 5, stk. 2. Er støðan framvegis javnleikur, verður sektarsparkskapping samsvarandi grein 5, stk. 5.«
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur við Sosialin, at FSF hevur sent fyrispurning til løgfrøðisligu ráðgevar sínar um, hvussu lógin eigur at tulkast.
- Stóri trupuleikin er, at grein 33, petti 2, ikki er nóg greinandi, tí tað stendur ongastaðni greinað, hvussu langt farast skal, tá tosað verður um innanhýsis dystir, sigur hann. Er talan bara um stig, um stig og mál ella stig mál og møguliga mál vunnin á útivølli, er sostatt ein opin spurningur.
Nógv hevur annars verið tosað um, at tað er grein 5, petti 3, sum eigur at vera avgerandi í slíkum føri. Ísak Mikladal vísir tó á, at tað eisini er ivasamt, um hendan er galdandi. Harafturat er eisini ivi um, hvussu hendan skal tulkast, um so er, at hon verður mett at vera galdandi
Í grein 5, petti 3, stendur, at um talan er um tveir finalu- ella hálvfinaludystir í lands- ella steypakapping ella upp og niðurflytingardystir er galdandi, at um tað stendur á jøvnum eftir báðar dystirnar, telja mál, vunnin á útivølli, dupult.
Ísak Mikladal vísir í hesum sambandi á, at tað ongastaðni í grein 33, petti 2, verður víst til grein 5, petti 3. Harafturat vísir hann á, at grein 5 ikki umfatar støðuna, tá tvey ella fleiri lið standa á jøvnum í landskappingini.
Svarið er ávegis
Sum nevnt, so hevur FSF sent fyrispurning til løgfrøðisligu ráðgevar sínar, og fyrr enn hetta er komið, vil Ísak Mikladal ikki gera nakra niðurstøðu í málinum.
Í fyrispurninginum hevur FSF annars eisini biðið um svar um, hvussu farast skal fram, um talan er um fleiri enn tvey lið, sum standa á jøvnum. Henda støða kann eisini íkoma longu komandi vikuskifti. Hetta verður støðan, um B68 vinnur á VB suðuri í Vági, samstundis sum B36 vinnur á HB.
Niðurstøðan úr øllum hesum má so vera, at tað enn ikki er greitt, hvat lið í løtuni er á odda í bestu deildini.
Ísak Mikladal sigur, at spurningurin væntandi verður svaraður, áðrenn 17. og næst seinasta umfar í landskappingini verður leikt sunnudagin.