Ivamál um játtanina til H-bygningin

Lisitatiónin til H-bygningin úti á Landssjúkrahúsinum var farna mánadag 05. september.

 

Einki hevur verið at frætt frá Landsverk ella frá bygginevndini um tilboðini, ið vórðu komin inn.

 

Johnny í Grótinum, formaður í bygginevndini, sigur, at tey hava sæð tilboðini og hava latið tey aftur til Landsverk við viðmerkingum.

 

Sambært Landsverk, so kemur ein almenn fráboðan í samband við tilboðini í næstu viku.

 

Sum skilst, so eru ivamál um hvussu stór játtanin til H-bygningin er. Tað verður mett, at játtanin liggur ímillum 260-290 milliónir. Myndugleikin á økinum er Heilsu- og Innlendismálaráðið og má tí greiða málið.

 

Eftir øllum at døma eru tilboðini, ið eru innkomin, tilsamans hægri enn játtanin. Hvussu nógv hægri er ógreitt.