Bilasølan Ivan Bilar í Havn skal hava nýggjan sølubygning, og tí fóru menn í dag at taka niður tann partin av bygninginum við Hoyvíksvegin, sum hýsir bilasøluni. Nýggi bygningurin skal standa liðugur hálvan oktober.
Innari parturin av bygninginum, sum hýsir sjávlum bilverkstaðinum og goymsluni, verður standandi eftir, meðan allur tann fremri parturin verður bygdur av nýggjum.
Verkstaðið og goymslan fara tí at halda fram á sama stað, sum í dag, meðan bilasølan fer at halda til á parkeringsøkinum aftan fyri bygningin hjá Ivan bilum. Umsitingin og skrivstovan hjá Ivan bilum flyta yvir á 1. hædd í grannabygninginum har Mekonomen heldur til meðan umbyggingin fer fram, sigur Pauli Waag, stjóri hjá Ivan bilum.