Tá Ivan Johansen, fyri góðum 30 árum síðan, gjørdi sær ein lítlan maskinverkstað í kjallaranum á Láarvegnum í Havn, droymdi hann ikki um at hetta varð byrjanin til eina av landsins størstu bilasølum
???????????????????
BILAR
Magnus Gunnarsson
???????????????????
Ivan Johansen er føddur í Sørvági tann 14. mars í 1940. Eftir at hann varð liðugur við skúlan, fór hann sum ungur niður til Keypmannahavnar, har hann fór í læru hjá Tuxam-verksmiðjuni, sum gjørdi skipsmotorar. Liðugur við hesa útbúgving innan maskinídnaðin, flutti hann heimaftur og fór at leita sær eftir arbeiði. Næstu fýra árini sigldi Ivan sum maskinassistentur og meistari, honum dámdi væl maskinarbeiðið og umhvørvið í maskinrúminum, eins og sjólívið sum heild.
Maskinverkstað í kjallaranum
Seinni legðist hann uppá land, arbeiddi eina tíð Steingrím Nattestad í Miðvági, og á bilverkstøðunum hjá Vilhelm Nielsen og hjá Eyðbjørn Hansen í Havn. Hann giftist við Katrin Hansen, úr Króki í Havn, og tey bygdu sær eini hús á Láarvegnum í 1969. Húsini vóru eini vanlig sethús við miðhædd, lofti og kjallara. Í kjallaranum innrættaði hann sær ein maskinverkstað, har hann umvældi motorar, pumpur og aðrar maskinlutir. Hetta var í 1970, og eftir tátíðar viðurskiftum var hetta ein rúmligur og væl útgjørdur verkstaður. Hóast nógv var at gera, varð eisini tíð til eitt hugnaligt prát við kundarnar, meðan arbeitt varð.
Renault umboð í 1971
Í 1971 varð startskotið til bilasøluna hjá Ivan Johansen latið av. Hetta var tá umboð fyri Føroya Banka vendi sær til Ivan við einum fyrispurningi um hann hevði hug at hitta ein dana sum umboðaði fronsku Renault bilaverksmiðjuna. Maðurin var í Føroyum og leitaði eftir einum nýggjum umboðið fyri Renault bilarnar. Hetta var sjálvandi ein sera spennandi áheitan. Fundur varð avtalaður, har møguleikin varð umrøddur um eina møguliga umboðan. Verkstaðurin varð sýndur fram, og eftir at hava fundast nakrar tímar, bjóðaði danski umboðsmaðurin Ivani umboðið. Hetta var ikki nakað sum hann kundi átaka sær uppá standandi fót, tí hóast hann hevði arbeitt uppá bilar, var bilhandlarayrkið ikki tað hann hevði gingið og droymt um. Men ein avtala varð gjørd partanna millum, har Ivan tryggjaði sær at um alt ikki gekk sum ætlað, kundi hann loysast frá uppgávuni.
Fyrsti Renault bilurin
Men hetta varsemi skuldi vísa seg at vera fullkomiliga ógrundað. Fyrsti bilurin sum Ivan fekk heim, var ein Renault 12 TL. Mikil stákan varð tá bilurin stóð í túninum og skuldi klárgerast, spenningurin var stórur, einamest hjá Ivani sjálvum, sum nú skuldi royna seg sum bilasølumann. Fyrsta søluátakið eydnaðist væl, lýsing stóð í Dimmalætting leygardagin 15.mai, og bilurin bleiv eftir stuttari tíð seldur til Olgu Olsen á Argjum. Hetta var bilurin sum Jákup Vatnhamar á Argjum koyrdi taxa við í Havn í fleiri ár.
Hundrað bilar árliga
Sølan av Renault bilum í Føroyum gekk óføra væl, og so at siga øll modellini vóru at síggja á teimum føroysku vegunum, og sølan vaks til umleið hundrað Renault bilar um árið í seinnu helvt av sjeytiárunum. Hetta økti sjálvsagt um virksemi í húsunum á Láarvegnum, har tað kundi gerast nakað trongligt til tíðir. Økta virksemi gjørdi at fleiri fólk máttu setast í starv. Samlaða gólvvíddin var 120 fermetrar, sum varð deild upp í verkstað, eykalutagoymslu og søluskrivstovu. Vestanfyri húsini var bygt eitt rúm til Dinitrol rustviðgerð, sum í miðal avgreiddu tveir bilar um dagin. Í 1975 vóru níggju fólk í starvi, bókhaldið helt til uppi á loftinum, og í miðhæddini búðu Katrin og Ivan saman við børnunum, so húskið var karmur um virksemi hjá fyritøkuni flestu tímarnar á samdøgrinum.
Fær Citroën umboð
Í 1979 varð sølan av Renault og Volvo løgd saman í Danmark, og somuleiðis í Føroyum. Bilasølan hjá Ivan kundi tó eisini halda áfram við Renault, men eftir teirra hugsan var nokk við einum umboð til hvørt bilmerki í Føroyum. Um hetta mundi stóð teimum í boði at fáa umboð fyri Citroën bilarnar, og tóku teir heldur av tí. Sølan av Citroën bilunum byrjaði tískil eisini í kjallaranum á Láarvegnum, men við tíðini blivu krøvini alsamt størri, bæði til verkstað, bilasølu og umsitingina sum heild. Hetta hevði við sær at onnur hølir máttu finnast, og eitt grundøki varð keypt við Hoyvíksvegin.
Nýggjan virkisbygning
Í 1982 flutti fyritøkan úr 120 fermetrum á Láarvegnum, í nýggjan 1500 fermetur stóran virkisbygning á Hoyvíksvegi 63. Har var mekaniskur verkstaður, plátuverkstaður, málarakabina, eykalutagoymsla, rúm til rustviðgerð, framsýningarhølir og skrivstovur, eins og eitt stórt parkeringsøki rundanum húsini. Hetta var helst ikki tann menning Ivan hevði hugsað sær tá hann tók av Renault umboðnum fyri góðum tíggju árum síðani. Menningin av fyritøkuni helt áfram, og í 1984 fingu teir umboð fyri Mercedes-Benz og Mitsubishi bilarnar. Síðst í áttatiárunm arbeiddu 35 starvsfólk í fyritøkuni. Fyritøkan hevur síðan 1971 útbúgvið bilsmiðir, bæði til persón og lastbilar, skrivstovufólk, sølufólk og goymslufólk.
Gott arbeiðspláss
Búskaparkreppan fyrst í nítiárunum rakti fyritøkuna hart, og varð í allar mátar ein sera stríggin tíð at koma ígjøgnum. Í 1995 vendi gongdin, og sølan av bilum og virksemi annars øktist so líðandi. Í sambandi við at Mercedes verksmiðjan Daimler-Benz, og Chrysler vórðu lagdar saman til DaimlerChrysler, fekk fyritøkan í fjør, eisini umboð fyri Chrysler og Jeep.
At fyritøkan, Ivan Johansen Bilar, er eitt gott arbeiðspláss er onki at ivast í, og uttan góðar starvsfelagar hevði fyritøkan ikki verið tað hon er í dag. Fleiri hava arbeitt í fyritøkuni í mong ár, sum til dømis Jóhan Árnastein sum hevur verið har síðan 1973, og Finn Rubeksen síðan 1978. Føðingardagurin verður hildin fríggjadagin og leygardagin, har opið hús verður, okkurt til børnini, eins og fleiri góð tilboð verða givin. Eisini verður ein áhugaverd framsýning av gomlum myndum og skjølum at síggja.
Keldur: Ivan Johansen / Áki Andreasen