Hesaferð varð tað Ivan Olsen í Havn, sum vann bátin. Ivan er ættaður av Skála og siglir sum skipari við flakatrolaranum Sisimiut hjá Royal Greenland.
Ivan sigur, at hann í mong ár hevur ynskt sær ein slíkan bát, og í fleiri ár hevur hann keypt lutaseðslar frá Kiwanis á ólavsøku. Hesaferð keypti hann 10 lutaseðlar ólavsøkudag, og ein av hesum seðlum vann.
Talan er um eitt 5-mannafar, sum bátabyggjarin Terji Reinert Jakobsen í Kollafirði hevur bygt.
Báturin, sum hevur eitt søluvirði upp á umleið 50.000 krónur, er tann 14. sum Terji hevur bygt fyri Kiwanis Tórshavn.
Kiwanis er ein altjóða felagsskapur av sjálvbodnum, ið stuðlar teimum sum tørva hjálp - serliga børnum. Her hjá okkum hjálpir felagsskapurin børnum í føroyska samfelagnum. Peningurin verður savnaður inn á ymiskan hátt sum t.d. við at selja jólatrø, halda bingo ella við at selja lutaseðlar.