Ivast í um pengar eru játtaðir til CTD kanningar

Tórbjørn Jaocbsen, løgtingsmaður, ivast í, um Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, hevði neyðugu játtanina til at bjóða fólki ókeypis CTD kanningar og hevur tí reist málið í einum fyrispurningi.

-Tá ið landsstýrismaðurin í kunngerð frá 7. september 2009 ásetir, at kanningar fyri CTD-sjúku eru ókeypis í sjúkrahúsverki Føroya, við ávísum lýstum treytum, skal tað tá skiljast soleiðis, at hann í verandi karmi fyri heilsuverki hevur fíggjarligt rúm fyri hesum kanningum?

Soleiðis spyr Tórbjørn Jacobsen. Hann sigur víðari spyrj hann:

- Tá ið vit mega ganga út frá, at landsstýrismaðurin í heilsumálum neyvan hevði skrivað undir kunngerðina um gjald fyri CTD-kanningar, um fíggingin ikki longu var í lagi, hví kom hann tá í fíggjarnevndina, sama dag sum kunngerðin er dagsett, við einum fíggjarnevndarskjali, har heitt verður á nevndina um at játta kr. 900.000,- til hendan bráðkomna trupulleika?

Tórbjørn Jacobsen slær kortini fast, at spyrjarin, og Tjóðveldi annars, av heilum huga taka undir við, at CTD-kanningarnar vera gjørdar.

- Hesum hava vit eisini gjørt landsstýrismanninum greitt longu fyri at fíggjarnevndarskjalið varð latið fíggjarnevnd løgtingsins.

Hann sigur víðari, at fíggjarnevndarskjalið var til viðgerðar í fíggjarnevndini týsdagin 8. september 2009. Sama dagin sum landsstýrismaðurin hevur skrivað undir kunngerðina og, so løgið tað ljóðar ? sigur hann - dagin eftir dagsetingina á kunngerðini um ókeypis CTD-kanningarnar.

- Partar av fíggjarnevndini vóru ikki nøgdir við upplýsingarnar í fíggjarnevndarskjalinum og ynsktu, at landsstýrismaðurin kunnaði nevndina meira um hvørji, alternativ vóru til loysnina, sum mælt varð til. Tí varð fíggjarnevndarskjalið ikki avgreitt á fundinum týsdagin í vikuni, og ógreiða er framvegis um, hvørja lagnu hetta skjal fær í nevndini, sigur hann í fyrispurninginum.

- Hinvegin, so tykist landsstýrismaðurin hava greitt fíggingina av málinum á annan hátt, tá ið hann longu hevur ásett í kunngerð, at fólk kunnu fáa ókeypis kanningar fyri CTD-sjúkuna. Spurningarnir verða settir, tá trupult er at skilja mannagongdina í málinum, har fíggjarnevndarskjal og kunngerð eru komin í trol hvørt við annað í málinum, sigur Tórbjørn Jacobsen.