Ivast í um tað kann seljast politiskt millum Føroya fólk

-Javnaðarflokkurin vil hava nakað, sum er minni enn fullveldi. Tað sigi eg ikki, at tað skal vera. Men tað kann henda, at tað verður nakað minni enn fullveldi, um tað er so, at hetta ikki kann seljast politiskt millum Føroya fólk sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður í viðmerking til gongdina í fullveldismálinum. Sjálvur heldur hann ikki vit í dag hava neyðuga førleikan ella tær neyðugu útgreiningarnar til at kunna taka støðu henda ella handa vegin. Løgmaður heldur eisini, at hevði uppskotið um fullveldi verið gjørt á einum breiðari politiskum grundarlag, hevði eisini verið meira polit

Nú um dagarnar upplýsti Hoydal Hoydal, landsstýrismaður, at málið um eina føroyska grundlóg verður lagt fyri tingið í næstum. Anfinn Kallsberg, løgmaður váttar, at málið er farið út til politisku flokkarnar í samgonguni til viðgerðar. Sjálvur hevur løgmaður eisini fingið málið á sítt borð.

Ætlanin er at leggja upp skot fyri tingið um at geva landsstýrinum heimild til at seta eina grundlógarnevnd, ið skal byrjað arbeiðið at gera eina føroyska grundlóg.

Í orðaskiftunum, sum hava verið á tingi í seinastuni, har spurningar um fullveldi, blokk, grundlóg, fólkaatkvøður ol. hava verið frammi, hevur fleiri ferðir verið tvídráttur millum fólkaflokstingmenn og umboð fyri tjóðveldisflokkin.

Og spurningurin um hvussu samdir hesir báðir samgonguflokkarnir í veruleikanum eru um fullveldisspurningin spøkir tí framvegis.


Alt skal á borðið fyrst

Vit hava tí spurt Anfinn Kallsberg, løgmann og formann í fólkaflokkinum, um tað er rætt, at hesir flokkarnir als ikki eru so samdir í fullveldismálinum, og um tað er nakað í gitingunum um, at ein stórur partur av baklandinum hjá fólkaflokkinum als ikki gongur inn fyri teimum radikalu ætlanunum, sum serstakliga tjóðveldisflokkurin er so heitur talsmaður fyri í fullveldismálinum? Hesum vil hann ikki svara beinleiðis men sigur kortini:

-Eg havi sagt og meini framvegis, at tað skal vera skil í tí vit gera. Eg havi alla tíðina sagt: lat okkum fáa veruleikarnar á borðið - hvussu síggja hesar fyrireikingarnar út!

Í míni verð er tað altavgerandi, hvussu hetta samfelagið verður skipað eftir, at vit hava tikið fullveldi, nevniliga hvat fortreytin hjá tí einstaka føroyinginum er, eftir at prosessin er liðug! Tað er hetta, sum arbeiðið, ið nú er farið í gongd, skal avdúka.

Løgmaður sigur seg væl duga at síggja, at tað kemur at avdúka alt ella rættari staðfesta alt tað, sum liggur millum verandi skipan og fullveldi.

Ikki fyrr enn tað liggur á borðinum, hava vit eitt fullgott grundarlag at viðgera hetta málið uppá.

Anfinn Kallsberg sigur víðari, at alt hetta skal enda við, at man frá politiskari síðu fær ein varhuga av, um hetta verður góðkent av Føroya fólki.

-Tað, sum vit frá politiskari síðu, avgera, má og skal vera tað sama, sum Føroya fólk kann góðkenna. Tí er hetta arbeiðið, sum nú er farið í gongd, sera týdnignarmikið fyri, hvussu endaliga úrslitið sær út.

Løgmaður vísir á, at sjálvandi er eisini samráðing við donsku stjórnina um eina yvirgangsskipan og hvat liggur í henni, ein búskaparlig fortreyt.

-Eg eri ikki tann, sum fari eftir øllum ella ongum leggur Anfinn Kallsberg aftrat.


Javnaðarflokkurin

-Minnir tað so ikki um tað, sum javnaðarflokkurin gongur inn fyri, nevniliga at vit ikki skulu taka fulla stigið á fullveldisleið longu nú men heldur gera neyðugu kanningarnar fyrst?

-Nei, javnaðarflokkurin er eitt stig stytri. Hann vil hava, at tað skal vera nakað, sum er minni enn fullveldi. Tað sigi eg ikki, at tað skal vera. Men tað kann henda, at tað verður nakað minni enn fullveldi, um tað er so, at hetta ikki kann seljast politiskt millum Føroya fólk.

-Og er tú í iva um, antin hetta kann seljast politiskt til Føroya fólk ella ikki?

-Eg haldi, at tað er eisini ein spurningur um handalag, hvussu man arbeiðir við hesum og eisini, hvat, ið tú kanst fara út til Føroya fólk við. Tað er í hvussu er sera avgerandi fyri meg.

Anfinn Kallsberg sigur seg væl skilja støðuna hjá javnaðarflokkinum, at hann ikki uttan víðari kann góðtaka kravið frá eitt nú tjóðveldisflokkinum um fullveldi her og nú.

-Men hinvegin vildi eg sagt, at tann loysnin, sum javnaðarflokkurin ynskir, nevniliga nakað, sum liggur millum, í veruleikanum liggur í uppskotinum frá landsstýrinum.

Anfinn Kallsberg sigur, at hetta er sum at fara út eftir eini striku. Tú finnur nógvar variantar allan vegin. Støðan hjá javnaðarflokkinum liggur onkunstaðni út eftir hesi striku, so í veruleikanum átti javnaðarflokkurin at verið við til at fingið hesi tingini kannað. Tí vit hava sum er enn einki samtykt.

Í síðsta enda verður tað Føroya fólk, sum kemur at avgera hetta við ikki færri enn tveimum fólkaatkvøðum.


Hvat vilja danir!

Anfinn Kallsberg heldur, at vit eiga at vera eitt sindur varin í løtuni ikki at leypa framav frá øllum síðum.

-Eg haldi ikki vit hava tann neyðuga førleikan og tær neyðugu útgreiningarnar til at kunna taka støðu bæði henda og handa vegin. Ávirkan á blokkin ella týdningurin av blokkinum í føroyskum búskapi fær tú ikki at vita, fyrr enn tú hevur gjørt eitt grundleggjandi analytiskt arbeiði av tí. Harnæst ikki fyrr enn tú hevur havt samráðingar um hetta. Tú kanst risikera, at hetta vendir á einum tallerki, og at tað verða danir, sum siga, at teir nú vilja niðurtrappa blokkin. Tað hevur verið á borðinum fyrr. So tað er ikki júst ein spurningur , um vit vilja, men meira ein spurningur um, hvat man vil frá danskari síðu.


Tjóðveldið og javnaðarflokkur ósamdir

Nógv hevur verið tosað um, hví fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkurin ikki tóku javnaðarflokkin við í samgonguna, tí tað harvið kanska hevði verið lættari at fingið sjálvstýrismálið framt.

Vit spurdu løgmann og formann í fólkaflokkinum, um fólkaflokkurin gjørdi nokk ella nakað fyri at fáa javnaðarflokkin við í Tinganes?

-Eg skal viðganga, at sjálvur gjørdi eg í veruleikanum einki fyri at fáa javnaðarflokkin við.

-Tú vildi sostatt ikki hava hann við í samgongu?

-Tað sigi eg ikki. Men vit vistu tá, at tjóðveldisflokkurin vildi hava fullveldið at standa í samgonguskjalinum, og tað vildi javnaðarflokkurin ikki. Og tað er í veruleikanum munurin.

Anfinn Kallsberg sigur, at hann helst hevði viljað havt eina samgongu við øllum flokkum.

-Eg meini, at í sjálvstýrismálinum er avgjørt neyðugt við einum breiðum meiriluta, um ein skal hava ein tjans at fáa tað ígjøgnum við fólkaatkvøðurnar. Tí eri eg eitt sindur keddur av, at man ikki fann eina formulering av einum uppskoti, sum bert hevur eitt endamál, og tað er at útgreina og seta kanningar í verk. Tað átti ein at kunnað funnið. Tí niðurstøðan kemur jú aftaná. Og tá kundi t.d. javnaðarflokkurin sagt, at hann vil fara hartil og ikki longur.


Politiskt trúvirði!

Løgmaður heldur, at hevði upskotið verið gjørt á einum breiðari grundarlag, hevði eisini verið meira politiskt trúvirði í tí. Hann ásannar, at tað nú kann gerast ein trupulleiki yvirhøvur at fáa sambandið og javnaðarflokkin at hyggja at málinum, tí teir vilja siga, at hetta er gjørt uppá premissurnar hjá samgonguni og har andstøðan ikki er tikin við. Tí vísir man tað frá sær uppá forhond. Og tað er ikki serliga heppið.

-Men hevur tú sum løgmaður og harvið samgonguleiðari gjørt nokk fyri at samansjóva tey ymsu sjónarmiðini?

-Nei tað vil eg ikki siga. Eg skal viðganga, at eg havi ikki verið beinleiðis aktivur í hesum málinum, tí tað eisini er málsøkið hjá einum øðrum landsstýrismanni.

-Men átti tú ikki nettupp at verið meira aktivur, soleiðis at tað ikki bara var tjóðveldisflokkurin, ið gjørdi hetta av og soleiðis at tit fingu størri part av andstøðuni við?

-Tað burdi eg kanska verið. Men sum eg havi skilt, so var javnaðarflokkurin meira fleksibul í byrjanini men strammaði tað so upp móti endanum.

Anfinn Kallsberg sigur seg eisini skilja hetta væl, tí hyggur ein at verjarakanningini herfyri, eru veljararnir hjá javnaðarflokkinum býttir helvt í helvt. Tað sigur nakað um, at tingmenn javnaðarfloksins eru noyddir at finna tí røttu javnvágina í hesum máli.