Ivi um russisku ákærurnar ímóti Akhmed Zakajev

Danskir løgfrøðingar og mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch ivast í teimum ákærunum, sum russisku myndugleikarnir hava ímóti kekenska politikaranum Akhmed Zakajev, sum situr varðhaldsfongslaður í Danmark

Líka síðani kríggið í Kekenia byrjaði, hevur mannarættindafelagsskapurin Human Rigvhts Watch víst á og prógvað, at báðir partar í krígnum hava framt krígsbrotsverk, men felagsskapurin sigur seg ikki hava nakað tilfar, sum bendir á, at Akhmed Zakajev er sekur í krígsbrotsverki.
Týsdagin handaði almenni russiski ákærin danska løgmálaráðharranum, Lenu Espersen, nýtt tilfar í málinum, og hetta tilfar fer løgmálaráðið í Keypmannahavn nú at kannað.
Kekenia-serfrøðingurin hjá Human Rights Watch, Dietrich Lohman, segði í gjár, at tað verður ógvuliga trupult hjá russisku myndugleikunum at legja fram próvtilfar, sum kann fáa ein danskan dómstól til at gera av at útflýggja russum Akhmed Zakajev.
- Tað tilfarið, sum vit higartil hava sæð, tykist ógvuliga veikt. Tað avgerandi er, at russar kunnu prógva, at Zakajev veruliga hevur eftirlit við sínum deildum, og at hann veru-liga hevur givið beinleiðis boð um krígsbrotsverk. Tað undrar meg, hava russar tílík prógv, sigur Dietrich Lohman.
Russisku myndugleikarnir hava fyrr sagt, at Zakajev var við til at leggja gíslatøkuna í Moskva herfyri til rættis, men sum skilst hava teir ikki latið dønum nakað tilfar, sum snýr seg um tað málið.
Danir ivast eisini
Í Danmark halda fleiri løgfrøðingar, at tað seinasta russiska próvtilfarið er ikki nóg mikið, til at teir kunnu krevja kekenska varaforsætisráðharran útflýggjaðan.
Jens Vedsted-Hansen, professari á lærda háskúlanum í Århus, heldur, at russisku myndugleikarnir standa veikir í málinum ímóti Akhmed Zakajev. Hann vísir á, at tær ákærurnar, sum russar nú eru komnir við, snúgva seg um tilburðir undir tí fyrra krígnum í Kekenia, og at kekenar sambært einum sáttmála við russar ikki kunnu dragast til svars fyri tað, sum tá hendi.
Jørn Vestergaard, lektari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, undrast á, at russar høvdu einki ímóti at tingast við Zakajev í Moskva fyri einum ári síðani, og at teir nú krevja hann útflýggjaðan sum yvirgangsmann.
Eva Smith, professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, heftir seg serliga við, at russar eru ikki komnir við nøkrum tilfari, sum knýtir Zakajev at gíslatøkuni í Moskva, hóast teir fyrr hava sagt, at hann var við til at fyrireika gíslatøkuna. Eva Smith ivast tí í, at russar yvirhøvur hava nakað tilfar í hesum málinum, og sum heild heldur hon russisku ákærurnar vera veikar.
Ákærurnar
Tær seinastu russisku ákærurnar ímóti Akhmed Zakajev snúgva seg um tilburðir miðskeiðis í nítiárunum. Sagt verður, at Zakajev stóð á odda fyri einum brotsmannabólki, sum framdi fleiri brotsverk og yvirgangsatsóknir:
Í oktober í 1995 burturflutti liðið hjá Zakajev tveir medarbeiðarar hjá russiska ákæruvaldinum. Tað eydnaðist at fría teir.
Í januar í 1996 burturflutti liðið tveir prestar, sum seinni vórðu funnir skotnir.
Í mars í 1996 hersetti liðið hjá Zakajev eina lítla herstøð í Grosnij. Meiri enn tíggju russiskir hermenn doyðu.
Í august í 1996 hersettu Zakajev og menn hansara eina jarnbreytarstøð í Grosnij. Meiri enn 300 løgreglumenn vórðu særdir.
Herumframt vilja russar vera við, at Zakajev og menn hansara framdu fleiri krígsbrotsverk í økinum Urus Martan, og at fleiri sivilfólk doyðu. Eisini siga teir, at Zakajev nýtti kjallaran í sínum egnu húsum til fongsul. Har vóru bæði særdir og deyðir russiskir hermenn og løgreglumenn, sum vórðu latnir teirra avvarandi ímóti loysigjaldi.