Ivi um ávirkan av øskuni

Kanningar fyrr hava víst, at veðurlagið ofta kølnar aftan á stór eldgos, tí øskan forðar sólstrálunum at koma niður á jørðina. Amerikanski veðurlagsgranskarin Sebastian H. Mernild heldur, at tað sama kann henda orsakað av gosinum í Íslandi nú. Hann væntar, at teir næstu mánaðirnir verða heldur kaldari í Norðurevropa, enn teir høvdu verið, um einki gos var.

Aðrir veðurlagsgranskarar siga, at gosið í Íslandi er alt ov lítið, til at tað fer at ávirka veðurlagið ella hitan.

Teir vísa eisini á, at øskan úr gosinum í Eyjafjallajøkli er ongantíð farin meiri enn einar 10 kilometrar upp í loft, og at hon skal væl longri upp fyri at ávirka veður og hita.