Jóan Hendrik suverenur

Nógvur føroyskur talvaktivitetur hevur verið seinastu vikurnar á flatlondum, og væl hevur gingist

 

Talv


Stórur partur av føroysku talvelituni er í lestrarørindum í Danmark í hesum døgum, og ikki smæðast teir burtur. Nógvar kappingar eru at fara til og hetta gagnnýta útisetarnir.

Í vikuskiftiskapping í talvkafé´ini Chesshouse í Árhus endaði føroyingur á ovastu rók. Havnarmaðurin Jóan Hendrik Andreasen fekk heili hálvfimta stig av fimm møguligum, og gav hetta fitt av rating. Eg luttók sjálvur eisini, men var als ikki eins flúgvandi sum Jóan Hendrik. Hálvtriðja stig ognaði eg mær - fekk eitt triðja pláss - men misti hinvegin nøkur ratingstig. Styrkisliga var kappingin misjøvn.

Jóan Hendrik telvaði sera væl og var rætti vinnarin. Hansara styrkistal er eftir kappingina 2120, og sum hann sjálvur sigur so ætlar hann at náa 2200 innan stutta tíð. Sum hann telvaði í Árhus hetta vikuskifti er hetta mál als ikki ógjørligt.


Flóvin og Heini javnir

Undan seinasta umfarinum í Amagermeistaraheitinum lá Flóvin Tór Næs sera væl fyri á triðja plássi við fimm stigum av átta møguligum. Heini Olsen og Heini Danielsen høvdu báðir fýra stig og kundu tí ikki blanda seg í oddin.

Heini Olsen vann sítt síðsta talv, meðan Flóvin tapti og blivu teir tí javnir við fimm stigum. Heini Danielsen leikti javnt, og fekk tí helvtarskoru við sínum hálvumtfimta stigi. Av teimum átjan telvarunum í ovasta bólkinum endaðu Flóvin og Heini Olsen á deildum fimta plássi, meðan Heini Danielsen fekk eitt áttanda pláss. Flóvin og Heini Danielsen fingu umleið væntaðu skoruna, meðan ein góður endaspurtur hálvavegna bjargaði kappingini hjá Heina Olsen.

Í triðovasta bólkinum fekk føroyska gentan Miriam Olsen, sum er búsitandi á flatlondum, eitt flott triðja pláss.