Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, hevur fingið eina frálíka byrjan uppá várhálvuna av donsku Superliguni. Í teimum fyrstu trimum dystunum sum OB higartil hevur spælt, hevur føroyski leikarin skotið ikki færri enn trý mál.
Góðu avrikini seinastu vikurnar hava vakt ans, og fyri tveimum vikum síðani – eftir 3-0 sigurin móti Randers FC - varð Jóan Símun Edmundsson valdur at koma á liðið hesa vikuna hjá danska blaðnum, Tipsblaðnum.
Og aftur eftir hetta umfari, er Jóan Símun Edmundsson komin á liðið hesa vikuna í donsku Superliguni. Hesa ferð er tað tó ikki talan um liðið hjá Tipsblaðnum, men um almenna ”liðið hesa vikuna” hjá donsku Alka Superliga, sum verður valt út eftir hvørt umfar.
Á liðnum hjá Alka Superliga, eru tøl eisini givin fyri avrikini, og har skorar toftamaðurin hægst av øllum, har hann fær 10,0 stig.
Jóan Símun Edmundsson skoraði sum kunnugt tvey mál í 4-0 sigrinum hjá OB í gjárkvøldið móti AaB, og er í stórformi undan landsdystinum móti Andorra, sum verður leiktur síðst í marts.