Jóan Símun aftur í Newcastle

Ungi toftamaðurin hevur verið leigaður út til Gateshead seinasta mánaðin, men nú verður Jóan Símun aftur at síggja í svørtu og hvítu Newcastle troyggjuni. - Jóan Símun Edmundsson var skaddur seinasta dystin og hann er nú farin aftur til Newcastle. Vit takka Jóan Símuni fyri tíðina í felaginum, skrivar heimasíðan hjá Gateshead.

 

Jóan Símun er í løtuni skaddur, men vónar at kunn venja aftur fyrst í komandi viku.

 

Hin føroyingurin, ið er sáttmálabundin við eitt Premier League felag, Gunnar Nielsen, skal í kvøld spæla við eykaliðnum hjá Manchester City móti eykaliðnum hjá Bolton.