Jóan Símun er aftur í hitanum

Eftir at hava verið útihýstur frá venjingarleguni í Spania hevur føroyski landsliðsspælarin fingið boð at vera við í morgin

Tað er ikki frítt, at samstarvið hevur haltað seinastu vikurnar millum føroyska landsliðsspælaran Jóan Símun Edmundsson og felagið hjá honum OB í Odense.

Sáttmálaskeiðið verður liðugt í summar, og hóast partarnir hava samráðst um møguleikan at leingja samstarvið, so hevur tað ikki eydnast at finna semju um nýggjan sáttmála.

Henda støðan hevði fyri stuttum við sær, at tað varð ásannað, at partarnir fara at skiljast.

Jóan Símun Edmundsson var ikki við í ferðalagnum, tá ið OB var í Spania og legði síðstu hond á fyrireikingarnar til várhálvuna í landskappingini, sum tað verður farið undir í vikuskiftinum.

OB venjarin, Kent Nielsen, avsannaði, at hetta komst av, at Jóan Símun ikki var við í ætlanum hansara fyri várhálvuna. Heldur segði hann, at føroyski spælarin skuldi fáa frið at finna sær nýggjan útlendskan arbeiðsgevara, sum hann kundi flyta til longu nú.

Tað vóru boð eftir Jóan Símuni, sum helt, at okkurt av tilboðunum frá donskum felag var tað mest áhugaverda. Eitt nú varð nevnt, at Brøndby skuldi vera áhugað at knýta føroyska spælaran at sær.

OB vildi ikki selja til kappingarneytan, og so endaði tað við, at Jóan Símun verður í OB fram til summarsteðgin.

-Hóast okkara vegir eftir øllum at døma fara at skiljast í summar, so eri eg sinnaður at geva meg fult og heilt fyri OB restina av kappingarárinum, hevur Jóan Símun Edmundsson sagt.

 

Kent Nielsen hevur sagt, at føroyski spælarin hevur eins góðan møguleika sum allir hinir at spæla seg á liðið, og nú sær tað út til, at venjarin heldur orð.

OB skal i morgin spæla ímóti FC Helsingør, og Jóan Símun Edmudsson er millum teir nítjan spælararnar, sum hava fingið boð at møta upp til dystin, sum verður á heimavøllinum, EWii Perk í Odense klokkan 13 í morgin.

Møguleiki verður at fylgja við á TV3 Sport1.