Felagið hjá Jóan Símuni Edmundsson, Viking Stavanger, spældi seg í kvøld víðari úr fyrsta umfari í norsku steypakappingini, tá ið tað gjørdist til ein tryggan 4-1-sigur á útivølli ímóti Flekkefjord.
Viking avgjørdi dystin at kalla beinanvegin umvegis mál frá Erik Nevland og King Osei Gyan í ávikavist 4. og 8. minutti. Henri Anier økti til 3-0 í 25. minutti, áðrenn Trond Olsen eftir eitt pyntandi mál frá Flekkefjord sló 4-1-sigurin fastan í 79. minutti.
Jóan Símun Edmundsson fekk seinasta hálva tíman á vøllinum. Hann kom á vøllin fyri fyrrverandi Fulham-áleyparan, Erik Nevland.