Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, sum mánakvøldið skeyt tvey mál tá OB spældi 2-2 javnleik á útivølli móti AaB, skal aftur í dag í eldin.
Tað skal hann, tá OB á heimavølli skal møta Viborg.
Tað er enn ikki greitt um føroyski landsliðsleikarin verður millum teir fyrstu ellivu á liðnum hjá OB, men tað eru góð útlit fyri tí útfrá seinasta dystinum.
Eisini skuldu útlitini verið rímulig fyri, at OB í dag fer at fáa fyrsta sigurin í hesum Superliga kappingarárinum. Teir hava higartil spælt allar tríggjar dystirnar javnar.
Dysturin millum OB og Viborg byrjar klokkan 15:00 føroyska tíð, og sæst á Tv3Sport1 á televarpinum.