Jóan Símun verður ikki við

Toppskjúttin hjá OB er skaddur og verður ikki við í týdningarmiklum dysti í morgin.

Toppskjúttin hjá OB, føroyski Jóan Símun Edmundsson, mátti av vøllinum við skaða, tá ið hann og liðfelagarnir leygardagin vunnu 3-1 í fyrra playoff-dystinum ímóti Silkeborg.


Talan er um ein fipurskaða, og í dag váttar OB-venjarin, Kent Nielsen, at Jóan Símun ikki verður tøkur til seinna playoff-dystin, sum verður spældur í morgin.


- Mínar royndir siga mær, at tað ikki er vert at vága nakað við slíkum skaðum. Vónandi fáa vit brúk fyri honum seinni í kappingini, sigur hann við fyens.dk.


Sambært danska blaðnum verður tað mest sannlíkt Anders K. Jacobsen, ið avloysir Jóan Símun Edmundsson í hesum dystinum, sum verður í morgin kl.17.00.