Jóanes í donskum biografum

Filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir ”Sporini vaksa úr orðum”, filmurin um
rithøvundin Jóanes Nielsen, verður í næstum sýndur í Danmark. Filmurin varð frumsýndur á Tjóðpalli Føroya 3. desember í fjør og fekk góð ummæli í Sosialinum og í Studio2 í Kringvarpinum. Nú fáa danir og útisetar høvi at síggja filmin og at heilsa upp á
Jóanes, sum verður til staðar á sýningunum. Sýningarnar í verða á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn hósdagin 18. februar kl. 20.00 á Norðuratlantsbryggjuni og í bioagrafinum Øst for Paradis í Århus leygardagin 20. februar kl- 16.30.