Jóanes Nielsen framúr gott ummæli í Politiken

»Glansbílætasamlararnir« er ein frálíka væl skrivað skaldsøga eftir ein av allarbestu føroysku rithøvundunum, skrivar ummælari á Politiken »Hevði Jóanes Nielsen skrivað á enskum ella fronskum hevði hann verið víða gitin«

Soleiðis byrjar ummælarin Tine Maria Winther sítt ummæli av skaldsøguni »Glansbílætasamlararnir« hjá Jóanes Nielsen, sum stendur at lesa í bókaískoytinum hjá Politiken hesa vikuna.

Og ummælarin heldur fram:

- Hinvegin er Jóanes Nielsen nokk tann allarbesti av teimum vælskrivandi føroysku rithøvundunum, sum verða týddir til danskt. Og tað átti í minsta lagi at gjørt hann kendan í Danmark.

Í øllum førum hevur skaldið gjørt stórt inntrykk á ummælaran, sum heldur »Glansbílætasamlararnir« vera eina hugtakandi og gandakenda skaldsøgu við sterkari sosialari og tjóðarligari innlivan.

- Glansbílætasamlararnir er ein frálíka væl skrivað og stílvís skaldsøga um lívsins stóru spurningar. ... Hvassar samfelagslýsingar ganga hond í hond við sermerkta norðurlendska náttúrugandin. Okkum nýtist ikki at leita í suðuramerikanskum bókmentum eftir magiskari realismu. Hon finst í framúrskarandi líki beint um hornið, í ein lítlan útnyrðing úr Danmark, staðfestir ummælarin.

Tað er forlagið Torgard við Hugin Eide, sum hevur givið »Glansbílætasamlararnir« út í danskari týðing eftir Povl Skårup