Jóannes Debes vann Creative Business Cup Føroyar

Creative Business Cup Føroyar var á Reinsarínum í Havn í dag.

 

Talan er um eina kapping millum útvaldar føroyskar íverksetar, har vinnarin sleppur við í altjóða kappingina Creative Business Cup, sum verður í Keypmannahavn í november.

 

Vinnarin gjørdist Jóannes Debes, ið saman við øðrum hevur ment eitt trygdarlás til ísporar.

 

Trygdarlásið ger, at um tú dettur av hestinum meðan tú er úti og ríður, so hongur tú ikki fastur.
Tað er snikkað soleðis, at ísporin gerst leyst frá restini av saðilinum og tryggjar, at beinið ella fóturin ikki hongur fastur.

 

Regin W. Dalsgaard, dómari í kappingini, sigur, at tey valdu trygdarlásið sum vinnara, tí at tað rakar eitt løkið í marknaðinum, ið ikki er troytt áður. Regin W. Dalsgaard sigur, at tað verður púra vist ein stórur marknaðuri fyri hesum, tí tað er ein stórur marknaður fyri hesum og tað er møguliga bara ein spurningur um tíð, so verður hetta krav.

 

Hugskotið Ocean Clean fekk eitt serligt herðaklapp. Hugskotið snýr seg í stuttum um, at nýta trælsrassar at reinsa havbotnin kring alibrúk, har nógv organiskt avfall dettur á botn.
Ocean Clean vann eisini eisini ársins íverksetarakappin millum fólkaskúlanæmingar.