Føroyska summarið er eftir hondini trongligt, og tað hevur verið ein avbjóðing hjá gomlu stevnunum.
Eisini jóansøkufyriskiparar hava merkt, at tað er trongligt, og at sum tíðin er gingin er meira enn eitt stórt tiltak til hvørt vikuskifti, so fólk kunnu velja og vraka.
Orsakað av hesum hevur nógv verið kjakast og fundast um nær jóansøkan skal vera í ár. Í dag er avgjørt á aðalfundi hjá Róðrarsambandi Føroya, at jóansøkan í Vági 2018 verður tann, 23. Juni og ikki tann 30. juni, sum lýst hevur verið.
Hetta er sjálvsagt í samráð við fyriskiparar av jóansøkuni annars, og teir lýsa í kvøld eisini við, at jóansøkan verður í Vági tann 22. 23. og 24. juni 2018