Jóannes Nolsøe er vágbingur, men hevur í mong tíðarskeið búleikast aðrastaðni, bæði í Havn og uttanlanda. Kendastur er hann óivað millum manna sum tónleikari og kórleiðari. Í dag er Jóannes búsitandi í Danmark, og er í starvi sum urguleikari í Skagen og í Hulsig.
Jóannes Nolsøe tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1967, tað vil siga fyri 41 árum síðani, og var lærari í Tórshavnar Kommunuskúla frá 1967 til 1983. Var tó á ársskeiði á Danmarks Lærerhøjeskole í 1976/77, og tók m.a. prógv í urguleiki. Carl Riess var urgulærari hansara.
Hann var á ársskeiði á Goethe-lærustovninum í Suðurtýsklandi í 1971/72.
Árini í Havn byrjaði Jóannes at spæla urgu í Havnar Kirkju og hevði eisini urgu- og klavernæmingar í Havn, umframt at vera kórleiðari hjá Kristiliga Sangkórinum.
Føddur inn í Ljóm
Jóannes Nolsøe fór suður aftur til Vágs í 1983 at starvast sum lærari, eftir at heitt var á hann at koma suður. Tørvur var eisini á urguleikara og ikki minst á korleiðara til kirkjukórið Ljóm.
Eisini varð Musikskúlin settur á stovn í 1985, og har hevði Jóannes sín virkna leiklut, og var hann leiðari fyri Suðuroynna.
Í 1989 fór Jóannes til Noregs og tók musikkpedagogiskt prógv, tí hann vildi fegin hava førleikan at frálæra á musikkskúlastøði. Í Tróndheimi lærdi hann eisini urguspæl.
Men júst tað, at Jóannes fór aftur til Suðuroyar og til Ljóm, er ikki ein so fjar hugsan, um ein hugar um familjuna.
- Eg kenni tað, sum eri eg meira ella minni føddur inn í Ljóm. Foreldrini sungu í Ljómi, og beiggi mín, Niels, fór tíðliga at hava sín leiklut, og sum bert 15 ára gamal var hann við kórinum á fyrstu uttanlandaferðini í 1954, sum gekk til Noregs, sigur Jóannes Nolsøe.
Jóannes Nolsøe var kórleiðari hjá Ljómi øll árini frá 1983 til 1997, og mangar eru upptøkurnar frá hesum tíðarskeiðið, sum enn eru at hoyra í Kringvapinum.
Jóannes minnir á familjubondini, og Edith Dahl, sum stovanði Ljóm í 1939.
- Hon hevði fylt 100 ár í ár. Hon varð fødd í 1908. Hon doyði í 1960. Systkinnabarnið mítt, Páll Nolsøe, gav henni hetta eftirmæli, tá hon bert 57 ára gomul andaðist: “Har fáir varðar vísa veg, merkist meint, har ein er horvin”, hugleiðir Jóannes.
- Tað var kanska ikki so nógv av slíkum tá. Sjálvandi var VB, men annars frøddust fólk um tað felagslív, ið var í kórinum, sigur Jóannes, sum vit hitta til eitt jóansøkuprát niðri fjørðuni, niðri í møluni, sum sagt verður sunnanfjørðs, meðan góðveðursólin sendir seinastu geislarnar hendan sunnudagin undan jóansøku.
Ruth Smith- Skálin við Skálá
Jóannes hevur ikki ligið á løtu síðuni, heldur ikki tey árini, ið hann starvaðist aftur í heimbygdini.
Hann tók stig til at seta á stovn eitt savn, ið skuldi savna málningarnar hjá kenda vágbinginum Ruth Smith. Hetta fekk navnið Skálin við Skálá. Í dag er savnið virkið, og heldur savnið til í Gamla Skúla í Vági.
- Tað eru í ár 50 ár síðani Ruth Smith doyði. “En følsom person, sum udtrykker det bombastiske meget smukt”, sum ein gestur tók til. Tað gleddi meg at síggja myndirnar, tá tær hingu uppi í listaskála í elsta danska býnum Ribe. Havi frætt, at tær síðani hava verið hjá konservator, og eru frískaðar upp, so eg gleði meg enn einaferð at síggja tær á jóansøku, digur Jóannes Nolsøe, sum fegnast um, at listakvinnan Ásgerð Ásgeirsdóttir, Aggi, nú hevur savnið undir kønari leiðslu.
Skuldi hava øðrvísi ár
Í 1997 sá Jóannes eina lýsing, har søkt var eftir urguleikara.
- Eg skuldi hava eitt øðrvísi ár, og so “datt” eg meira ella minni um eina lýsing, har søkt var eftir urguleikara í Skagen, tí urguleikarin har fór í farloyvi í eitt ár.
- Eg var ikki bundin, var so at siga leysur kroppur, so hví ikki royna? Eg var niðri og heilsaði uppá, varð “vigaður”, og fekk at vita, at eg kundi brúkast, greiðir Jóannes frá.
Tá so Heilmann, sum var – og er – urguleikari kom aftur, var tað hvørki verri ella betri enn, at eitt starv bleiv smíðað afturat, so Jóannes kundi halda fram. Hann er nú urguleikari í Hulsig kirkju, ið er áleið 20 kilometrar sunnanfyri Skagen, umframt at vera 2. urguleikari í Skagen.
Ítriv til livibreyð
- Eg fekk so at siga ítriv til livibreyð, og hetta smakkaði av meira, sigur Jóannes.
- Nú var tað ikki sum áður, at urguleikurin og tónleikurin kom eftir lærarastarv og onnur ítriv. Nú fer ein upp á morgni til urguna og til tónleikin og til venjing, sigur ein fegin Jóannes Nolsøe.
Og Jóannes liggur heldur ikki á løtu síðuni, nú hann hevur ítriv sítt til gerandisstarv.
- Eg skipi javnan fyri konsertum, sigur Jóannes Nolsøe, og hann kemur í næstum til Føroya á konsertferð.
Í november koma Jóannes Nolsøe, og tveir aðrir tónleikarar, á konsertferð í Føroyum. Hesir eru Anna Maria S. Kristoffersen, mezzosopran, og Karsten Jørgensen, ið leikar floytu.
- Konsertir verða á Strondum, á Argjum, í Dali, í gomlu Vágs Kirkju í Hovi, sum Jóannes tekur til, og á Tvøroyri..
- Konsertirnar bera heitið “Håbet holder mig fast...”, og ferðin til Føroya er fingin í lag við góðum stuðli frá Konsertfelagnum, sigur Jóannes Nolsøe.
- Eit av árligu afturvendandi tiltøkunum í marsmánað, ber heitið “Forår i ord og toner”, og ofta er føroyskur dámur á, t.d. hava nøvn sum William Heinesen, Frits Johannessen, Knút Olsen, Pauli í Sandagerði og Regin Dahl verið umboðað, og føroyskar røddir hava verið at hoyrt, sum t.d. Petsy Johannessen og Maria Olsen, greiðri Jóannes Nolsøe frá.
Vitjanir
Jóannes Nolsøe hevur eisini verið virkin á øðrum økjum, hesi árini hann hevur starvast í Skagen.
- Fleiri føroysk kór hava vitjað í Skagen hesi árini, ið eg havi verið her, m.o. Ljómur, sigur Jóannes.
- Eisini havi eg verið ferðaleiðari, m.a. hjá bridgefelagnum Hjerter Es í Skagen, tá hesi vitjaðu í Føroyum síðst í september, og eisini fyri kirkjuna í Skagen skipaði eg fyri Føroyaferð í mai í 2005. Eg havi eisini havt fyrilestur um føroyskt kórlív í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn, og aðrastaðni um t.d. føroyskan kingosang, so eg eri føroyingur enn, sigur Jóannes Nolsøe, sum fer niður aftur stutt eftir Jóansøku, har hann eittnú saman við floytuleikaranum Linu Jensen skal hava konsert í Skagen kirkju 24. junli.
Og at heimurin er lítil er skjótt at staðfesta:
- Eg fann útav, eftir at eg flutti til Skagen, at nakrir av forfedrum mínum hava slitið kirkjubenkurnar í Skagen, tí ein abbasystir mín, Marianna Dahl, var prestafrúa í Skagen fyrst í 1900 árunum, og var gift Busch, sigur jóansøkugesturin Jóannes Nolsøe.